Gestur nummar 300.000 á Hotel Føroyum

So hevur gestur nummar 300.000 tjekka inn á Hotel Føroyum.

Móttøku lærningurin Maria Waagstein tók ímóti Guðrun Ejdesgaard fyri løtu síðani,tá hon tjekkaði inn.

Guðrun Eidesgaard fekk eitt blómutyssi og eitt gávukort frá Hotel Føroyum upp á gisting fyri tvey og eina máltið á Grasi, sum matstovan á hotellinum eitur nú. Hon er gestur nummar 300.000 síðani 1999, tá hotellið fekk eina nýggja bókingarskipan.

Hotel Føroyar hevði góðar 13.000 gestir í fjør. Húsið varð bygd í 1983, og hevur verið undir verandi leiðslu síðani 2005, tá Smyril Line seldi hotellið.