Menningin á KT-økinum gongur við rúkandi ferð og tað tykist, sum alla tíðina er okkurt nýtt komið á marknaðin, sum vit øll bara mugu hava. Onkuntíð spyr man seg sjálvan, hvussu vit yvirhøvur yvirlivdu uttan fartelefonir og teldlar.
Avleiðingin av hesum resinum er, at mong hava gamlar teldlar liggjandi, sum yvirhøvur bara samla dust. Men hóast hann er gamal, so er hann kanska ikki deyður enn. Eitt, sum gamlir teldlar kunnu brúkast til, er sum skermar, so tú, ella børnini, kunnu hyggja at Netflix ella øðrum á.
Tað fyrsta, tú mást gera, er at kanna, um teldilin kortini er vorðin ov gamal. Allar flestu teldlar kunnu enn nýtast, men onkrir einstakir eru kanska nú somikið gamlir, at eingin vón er fyri teimum.
Lættasti mátin at kanna, um teldilin er vorðin ov gamal, er at vita, um hann megnar at koyra nýggjastu útgávuna av Netflix og møguleikan at taka tilfar niður á teldilin. Til tess má hann stýriskipanin vera antin Android 4.4.2 ella iOS 9, alt eftir um tú nýtir ein Android-teldil ella telefon ella eina vøru frá Apple. Er teldilin ikki eldri enn fimm ár, burdi hetta verið í lagi.
Tað kunnu vera bæði mánaðir og ár síðani nakar rørdi teldilin seinast. Tað kann vera, at hann er fullur av innihaldi, sum einans tekur pláss á diskinum og heldur burdi verið strikað. Er okkurt á teldlinum, tú vilt varðveita, tak so og flyt tað yvir á eina teldu ella annan teldil. Tak síðani og nullstillað gamla teldilin. Hetta gert tú við at fara inn á indstillinger (settings), síðani generelt (general), nulstill (reset), slet alt indhold og alle indstillinger (delete all content and settings). Hetta ger, at teldilin verður frískari og skjótari at arbeiða við.
GG: Um tú hevur virkað Find min iPad (Find my iPad) á teldlinum, so mást tú minnast til at óvirka tað, áðrenn tú nullstillar teldilin. Annars renur tú teg í trupulleikar aftur seinni.
Um tú ætlar at lata børnini fáa teldilin, so er klókt at barnatryggjað hann. Tað kann serliga vera hent fyri at tryggjað, at børnini ikki av óvart ringja 112 og órógva løgregluna. Hetta er tó lætt at forða, við at tendra flymodus (flight mode) á teldlunum. Minst tó til, at um teldilin skal nýtast á internetinum, má wi-fi tendrast. Hetta er eisini ein góð loysn fyri at tryggja, at børnini ikki brúka alt data-haldið frá telefyritøkunum.
Ansa eisini eftir, hvat innihald verður loyvt á teldlinum og hvør hevur rætt at keypa á teldlinum. Hetta gerst tú á Indstillinger (Settings) – Generelt (General) – Restriktioner (Restrictions).