Í meira enn trý ár hava nógv av fremstu leiklistafólkunum í Føroyum boykottað Tjóðpall Føroya. Orsøkin til boykottið var, at sami stjóri var settur aftur í mars 2020, og at tey hildu ikki, at viðurskiftini á Tjóðpallinum vóru nøktandi.
Í dag hevur Leiklistafylkingin 2020 avblást boykottið. Tey viðurkenna, at støðan er løst fast, og at einki kemur burtur úr boykottinum. Í einari fráboðan í dag siga tey millum annað:
– Leiklistafylkingin 2020 hevur nú í skjótt fýra ár gjørt støðu sína heilt greiða. Enn er einki stig tikið til at bøta um undirliggjandi orsøkirnar til trupulleikarnar handan omanfyristandandi atfinningar.
– Leiklistafylkingin 2020 hevur á fundi tann 15. desembur 2023 viðgjørt støðuna. Úrskurðurin er tann, at sum støðan er nú, kemst ikki longur við at boykotta. Her stendur fast. Leiklistafylkingin 2020 vil fegin gera sítt til at tað loysnar og kemst víðari. Tí avlýsur hon boykottið.
Orsøkin til boykottið var, at Leiklistaráðið var ímóti, at sami stjóri skuldi mynda leiðsluna á Tjóðpallinum í samanlagt 20 ár. Tey vístu á, at ongar veruligar eftirmetingar vóru gjørdar av Tjóðpallinum, at setanartilgongdin av stjóranum í 2020 var merkt av vantandi innliti hjá Leiklistaráðnum, sum setti stjóran, at einki starvsfólkaumboð hevði verið í ráðnum síðani februar í 2019, og at samstarvspartar hjá Tjóðpallinum ikki vóru spurdir um setanina, hóast sagt varð, at teir vóru tað.
Boykottið vardi frá 8. oktober 2020 til 16. desembur 2023.
– Við vón um, at komandi Leiklistaráð fer at hava ta fakligheit, ta virðing og tað hegni, sum skal til fyri at leiða leiklistaøkið. Leiklistafylkingin 2020 avlýsir við hesum boykottið av Tjóðpalli Føroya, siga tey í fráboðanini.
Yrkissjónleikarar og sjónleikabólkar vóru partur av Leiklistafylkingini 2020. Eitt nú vóru Olaf Johannessen, Búi Dam, Annika Johannessen, Súsanna Tórgarð, Sámal Blak, Vígdis Hentze Bjørk, Kristina Sørensen, Gunnvá Zachariasen, Durita Dahl Andreassen og Marita S. Dalsgaard við í boykottinum.