Filmsupptøka
Rógvi Nybo
- Vit mangla blóð. Eina rúgvu av blóð, okkurt um einar 200 til 300 litrar. Tað sigur Jóannes K. Andreasen, rekvisit assistentur til filmin Buzz Aldrin, sum verður tikin upp í Føroyum í hesum døgum.
Ætlanin er nú at taka eitt grindadráp upp, og tá eingin grind er, mugu teir fáa tað at síggja út sum um tað er grind. Upptøkurnar verða væntandi mánadagin, og tí hevur tað skund at fáa fatur á øllum hesum blóðinum.
- Vit leita eftir seyðablóð. So øll tey, sum hava eitt sindur liggjandi í frystaranum, hetta er tykkara kjansur at rudda út, áðrenn slaktið verður aftur, lat okkum fáa blóðið, biður Jóannes K. Andreasen.
Orsøkin til at tað skal verða seyðablóð er, at tað ikki er ráðiligt at brúka mannablóð, og tí at litevni kunnu vera full í øllum møguligum kemiskum evnum, og tí at tað ikki líkist eins væl.
- Tað perfekta er at brúka blóð. Tað spreiðir ser væl, og tað er natúrligt. So um nakar liggur inni við hesum, verða tey vinarliga biðin um at lata okkum tað, sigur Jóannes K. Andreasen.
Hevur tú nakað av blóði í frystaranum, og vil tú lata tað til upptøkuna av Buzz Aldrin, kann tú seta teg í samband við Jóannes K. Andreasen á telefon 51 95 67, ella við at meyla á [email protected]