Gevi Hanusi, Bergi og Súna bóltin

Christian Lamhauge Holst heldur, at B36 skal satsa upp á kontra við Bergi Midjord og Hanusi Thorleifsson, og annars satsa upp á deyðbóltarnar hjá Súna Olsen

Toppskjúttin hjá Lyngby, Christian Lamhauge Holst, hevur á landsliðnum spælt saman við fleiri av leikarunum hjá B36 – Bergi Midjord, Hanusi Thorleifsson, Herberti í Lon Jacobsen, Meinhardi Joensen og Súna Olsen.

Christian Lamhauge Holst hevur fleiri ferðir spælt móti mótstøðuliðnum hjá B36 í morgin, og hevur eisini nøkur góð ráð, tá vit spyrja hann um hetta.

– Tað verður sera trupult. Serliga tí Brøndby hevði tað sera trupult í fjør, men nú tykist at vera uppeftir. Men teir hava fingið fleiri nýggjar mans í hópin, og eru helst ikki so samanspældir, so tað er ikki so býtt at møta Brøndby beint nú, metir Christian Lamhauge Holst.

Men hvussu vil hann so ráða B36 til at spæla?

– Teir koma ikki at svimja í kjansum, og skulu tí nokk satsa upp á kontra. Tá skulu Hanus og Bergur fáa bóltin, soleiðis at teir fáa brúkt sín skjótleika. Og so skal Súni Olsen sjálavndi sleppa at skjóta allar teir bóltarnar, hann sleppur framat, sigur Christian Lamhauge Holst.