Gevist nú við kirkjuklandrinum

Seinnu árini hevur eitt opinlýst sundurlyndi eyðkent prestastættina í Føroyum - og førdi hetta til, at seks føroyskir prestar sendu klagu til Kirkjumálaráðið í Keypmannahavn.

 

Hesir prestar vóru sera misnøgdir við bisp, m. a. tí hann hevði tikið Fuglafjarðar prest av ræði og ímóti hansara vilja loyvt kvinnuligum presti at prædika í kirkjuni. Klagurnar snúðu seg eisini um lestrabókina »Lívið spratt av kærleiks rót«, o. o. viðurskifti, sum hesir prestar hildu vera ímóti Guds orði.

 

Umsíðir er nú svarið komið frá kirkjumálaráðnum - og verða allar kærur afturvístar.

Nú skulu vit á hesum stað ikki gera okkum til dómarar yvir, hvør hevur rætt og ikki. Kortini kunnu vit sum eygleiðarar og vanlig leikfólk staðfesta, at slíkur atburður alt annað enn hevur gott árin á føroysku fólkakirkjuna, sum allir partar uttan iva eru góðir við.


Vit hava fyrr vísta á tað øvugta í tí, at okkara fólkakirkja skal nokta kvinnuligum prestum at prædika - og eisini víst á, at um kirkjan gongur hesa leið, so býður henni ikki bøtur. Tað liggur ikki til okkara mentan at tulka Orðið so fundamentalistiskt, at kvinnur ikki skulu sleppa at virka sum prestar.


Tað er harmuligt fyri føroysku kirkjugangararnar, at prestar á henda hátt ganga á odda at seta kílar í kirkjuna - og á henda hátt halda heilar meinigheitir sum gíslar í slíkum stríði - sum ofta tykist vera eitt privat stríð - heldur enn eitt kirkjuligt stríð.


Eftir okkara tykki hevur prestur ikki til uppgávu at seta kílar í kirkjufólkið. Hansara uppgáva er heldur ikki at stríðast móti javnstøðu millum kvinnur og menn - ella at nokta sundurlisnum at giftast ? ella tað sum verri er, at nokta at doypa børn hjá ógiftum fólkum. Hansara uppgáva er at boða evangeliið.


Nú hetta stríð er lagt afturum kundu prestar okkara hóskandi sýnt kirkjuni tann heiður at staðið saman um tað, sum í veruleikanum er teirra uppgáva. Tá høvdu vit uttan iva upplivað, at fólkið kom í kirkju ? heldur enn at fólk verða stygd frá kirkjuni, sum nú er vorðin kastibløðka í einum ódámligum stríði uttan veruligt innihald.


Hetta hevði verið ein hóskiligur varði, nú vit skulu hátíðarhalda 1000. árið fyri kristniboðanini í Føroyum?