Gevst nú Eilif!

Landsstýrið hevur eitt at gera í skúlamálinum. Tað er at taka krøvini aftur og loyva næmingunum í skúla aftur. Og síðani at taka alt hetta málið upp við lærararnar við framtíðini fyri eygað.

NÚ gongur móti triðju viku í sokallaða skúlamálinum, har næmingar í studentaskúlum og HF ikki hava verið í skúla eftir jólafrítíðina. Lærararnir vilja framvegis ikki góðtaka kravið frá skúlamyndugleikunum um, at tað skulu vera 28 næmingar í skúlaflokki. Landsstýrið vil hinumegin ikki góðtaka mótkrøv frá lærarunum.


HETTA er ein syrgilig fyri ikki at siga óhugnalig støða, sum serstakliga næmingarnir eru komnir í. Støðan er við at gerast so álvarslig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu fara upp til tær próvtøkur, sum so aftur skulu tryggja teimum eina framtíð so ella so.


LANDSSTÝRISMAÐURIN í skúlamálum, sum vit vita ber orð fyri at vera sera treiskur maður, heldur uppá sítt. Her minna hann og starvsfelagi hansara, løgmaður ikki sørt um hvør annan, so tað er skiljandi, at løgmaður ikki vil leggja seg út í málið, soleiðis sum hann er biðin um. Hvør rer treiskari enn annar - ja eru av tí gamla slagnum.


EFTIR okkara tykki átti landsstýrið ikki at gjørt seg so ómøguligt í hesum máli. Talan er um eitt princippmál sigur landsstýrismaðurin, men tað átti at borið til við samráðingum at funnið eina ella aðra loysn. Landsstýrismaðurin hevur rætt og slætt ikki loyvi til at kappa høvdið av einum heilum árgangi av okkara lesandi ungdómi. Lærararnir siga eisini, at teirra krav er eitt princippmál. Tá partnarnir standa so fast við sítt, átti landsstýrismaðurin - fyri at fáa næmingarnar aftur í skúla - at víst seg sum mannin, ið hóast alt er til at tosa við. Hann átti at kunnað sagt, at nú tað stendur í botni, so er hann tilreiðar til at lata hetta málið fara og so heldur taka allan spurningin upp í øðrum sambandi.


UTTAN at vit her skulu fara út í smálutir, so er tað eftir okkara tykki eitt gott principp at hava ikki at hava ov nógvar næmingar í flokkunum. Og tá talið nærkast teimum 30 er talan um eitt ov stórt tal. Hetta átti Eilif Samuelsen sum lærari at vitað alt um. Tí kann tað bert vera eitt ómetaliga stórt treiskni og ein vilji til ikki at skula missa andlit, sum er orsøk til, at landsstýrismaðurin ikki vil boyggja seg.


GEVST við hasum harra landsstýrismaður og lat næmingarnar sleppa aftur í skúla. Tá vísir tú teg nettup sum ein mann, sum ein, ið stingur fingurin í jørðina og torir at taka eina nýggja og skilagóða avgerð. Nú mugu næmingarnir sleppa aftur í skúla. Ger hann ikki tað er tað ábyrgdarleyst av løgmanni bara at venda bakið til í loyaliteti til sín starvsfelag. Tað hevði sømt tykkum betur at víst næmingunum loyalitet. Her hvílir stór ábyrgd á sambandsmonnunum í Tinganesi. Fáa teir ikki loyst hetta málið, tá eiga hinir landsstýrismenninir at gera vart við seg. Hvat tú t.d. tú Krisjan Magnussen!