Geza: Tað var fríspark

Málverjin hjá Víkingi metir, at hann bleiv skumpaður um málstrikuna, tá B36 fekk sigursmálið.

Tað kom øði í spælarar, venjarar, hjáplarfólk og viðhaldsfólk hjá Víkingi, tá B36 í dag fekk góðkent málið til 3-2. Tað restaðu bara fáir minuttir, tá Geza Turi, málverji hjá Víkingi, fór upp eftir einum høgum bóltin heilt tætt at málstrikuni.

 

Róaldur Jakobsen legði trýst á og tað endaði við, at Geza Turi stóð inni í málinum við bóltinum. Her vil Geza Turi vera við, at hann bleiv skumpaður inn um málstrikuna.

 

-       Tað er fríspark. Eg blívi skumpaður, eftir at eg havi fingið fatur á bóltinum. Tað er mín viðmerking til hendingina, sigur Geza Turi við in.fo í kvøld.

 

Eisini venjari hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, er í øðini um dømingina í Gundadali í dag. Hann segði við Rás2, at hann var vísir í, at talan var um fríspark.

 

Tað vóru eisini fleiri aðrar støður í dystinum, sum nógv hels verður tosað um.

 

Víkingur var annars á odda 1-0 og 2-1, við málum sum Heðin Hansen og Finnur Justinussen skoraðu. Málini hjá B36 skoraðu Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal og so verður tað seinasta málið noterað sum eitt sjálvmál.

Sí eisini myndatema við at trýsta HER.