GÍ reisti seg aftur

Fótbóltur: GÍ vísti stórspæl í løtum, tá NSÍ varð sent úr steypakappingini

Bæði GÍ og NSÍ vístu heilt gott spæl, tá liðini hittust í fjórðingsfinalu í Gøtu dýra biðidag, og dysturin bar eisini boð um, at hesi liðini skulu vit rokna við, tá kappingin um gull og onnur heiðursmerki fer at harðna seinni í ár.

GÍ glógvaði kortini oftari enn NSÍ, og tað var eisini væl uppiborið, at gøtumenn vunnu 4-1 og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni. Hóast 4-1 kanska var í meira lagi, kundi einki setast á GÍ-sigurin, og um teir gulu úr Gøtu kunnu halda fast í spælinum, teir í løtum vístu fríggjadagin, verða teir uttan iva at síggja millum liðini á heiðursmerkjaplássunum, tá landskappingin endar fyrst í oktober.

NSÍ var heldur ikki »fyri nothing«, als ikki, men tað var trupult hjá teimum at sleppa framvið sterku GÍ-verjuni, har Samson Nesá hevur yvirtikið plássið hjá Símun Petur Justinussen og røkir tað fyrimyndarliga væl.

GÍ fekk hol á, tá okkurt um eitt korter var spælt. Sterki danski álopsmaðurin hjá gøtumonnum, Søren Skov Jørgensen, spældi Henning Jarnskor leysan á brotsteigarmarkinum vinstrumegin. Henning trekti inn í 16-meturin og sendi ótarnaður bóltin út í handara síðunet til 1-0, áðrenn NSÍ-verjan veruliga vaknaði.

Og tíggju minuttir seinni var Svend Olsen nær við at økja um GÍ-leiðsluna, tá hann eftir hornaspark skallaði á tvørstongina, men hesa ferð var hepnið við teimum av Skálafjørðinum.


Stutt ímillum tvey

tey næstu málini

GÍ hevði yvirvágina minuttirnar eftir fyrsta málið, men NSÍ, sum bert fáar dagar frammanundan hevði vunnið 3-1 á júst GÍ í landskappingardystinum í Runavík, kom við aftur og hótti Sunnvard Joensen í GÍ-málinum.

NSÍ var eisini veruliga komið fyri seg og hevði fleiri ferðir hótt við at javna, tá GÍ fór upp á 2-0. Sámal Joensen sendi bóltin innfyri úr høgru síðu, og har fekk Jóan Petur Olsen stýrt honum framvið Dejan Milanovic og í netið. Ein køld skola hjá runavíkingum, sum júst høvdu fingið fótin fyri seg eftir fyrsta málið hjá GÍ.

Tað bjargaði eisini dystinum, at NSÍ fekk minkað um munin áðrenn hálvleik. Um GÍ hevði farið til hálvleiks við 2-0 leiðslu, hevði NSÍ helst ikki kunnað tikið seg inn aftur á teir, men teir fingu nýtt mót, tá Óli Hansen ? hann fær mál í hvørjum dysti ? kundi skora til 1-2 eftir uppspæli frá Kasper Jacobsen beint áðrenn hálvleik.

Tað var eisini í lagi eftir spælinum, at NSÍ fekk eitt mál, men GÍ var betra liðið fríggjadagin, og tað hevði ikki verið uppiborið, høvdu runavíkingar komið nærri.


Gott samstarv

Eisini í seinna hálvleiki var tað GÍ, sum var omaná meginpartin av tíðini. Søren Skov Jørgensen vísti enn einaferð, at hann er fongur hjá gøtumonnum, og samstarvið millum hann og Jarnskor-brøðurnar Magna og Henning riggaði stak væl. Pauli Jarnskor var hinvegin rættiliga anonymur í álopsspælinum stóran part av dystinum, meðan ein maður sum Poul Ennigarð hevði fleiri góðar rennitúrar fram eftir í høgru síðu, har GÍ annars hevur havt eitt sindur av trupulleikum, eftirsum Rúni Justinussen enn ikki er rættiliga komin fyri seg eftir beinbrotið í fjør og tískil ikki hevur kunnað spælt higartil í ár.

Seinni hálvleikur var komin í helvt, tá GÍ fór upp á 3-1. Bólturin varð sendur innfyri úr vinstru síðu, og hart trýstur av Søren Skov Jørgensen sendi ein NSÍ-verjuleikari við høvdinum bóltin í sítt egna mál.

NSÍ trýsti nú frameftir, men tíggju minuttir eftir triðja málið fekk GÍ brotsspark eftir eitt kontraálop fram gjøgnum vinstru síðu. Henning Jarnskor skoraði til 4-1, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Seinasta korterið átti NSÍ. Í steypakappingini blakaðu gøtumenn trýmálsleiðslu burtur móti VB, og teir vóru varnir við ikki at gera sama mistakið umaftur. Harumframt trýstu runavíkingar teir aftur á vøllin, so seinastu 15 minuttirnir blivu eitt langt NSÍ-álop.

Tað vóru tíggju minuttir eftir av dystinum, tá seinasta vónin hjá NSÍ at taka gøtumenn aftur brast. Janus Rasmussen togaði Óla Hansen ? teir báðir høvdu ein harðan innanhýsis dyst allar 90 minuttirnar ? niður í brotsteiginum, men Eyðstein Skipanes sendi brotssparkið á tvørstongina.

Hevði tað blivið 4-2 tá, høvdu seinastu tíggju minuttirnar kunna blivið sera áhugaverdir, tí NSÍ hevði eitt øgiligt trýst á nú, og tað hevði eisini givið teimum nýtt mót, um teir høvdu minkað munin niður í tvey mál.

Men tað hendi ikki, og GÍ kundi fegnast um, at liðið aftur í ár er við millum fýra tey seinastu í steypakappingini. Í fjør vann GÍ steypakappingina eftir knúsandi 6-0 finalusigur á VB, men í ár verður tað so ikki VB, sum kemur at standa ímillum GÍ og løgmanssteypið.


GÍ-NSÍ 4-1 (2-1)

1-0: Henning Jarnskor

2-0: Jóan Petur Olsen

2-1: Óli Hansen

3-1: Sjálvmál

4-1: Henning Jarnskor (br.)