Giggs skeyt United uppaftur

Manchester United er framvegis á odda í ensku Premier League.

Í dag vitjaðu meistararnir hjá West Ham, og trettanda dystin á rað helt Edwin van der Saar málið reint.

Og tá Ryan Giggs so á tímanum sýndi, at hann framvegis er maður fyri at finta ein mann ella tveir, vórðu tey trý stigini enn eina ferð send við kós móti Old Trafford.

 

Í hinum dystinum í dag spældu Tottenham og Arsenal málleysan javnleik.