Í sambandi við at Giktafelag Føroya er 50 ár í ár, fer felagið at skipa fyri fundum ymsastaðni í landinum. Byrjað verður í Vági nú leygardagin 14. febr. Fundurin verður í auluni í Vágs skúla kl. 16.00.
Mánakvøldið 16. febr. verður fundur í nýggja skúla í Hvalba, byrjað verður kl. 19.30.
Á báðum fundunum verður føroyski filmurin Gikt ? orsøk og viðgerð vístur. Aftan á verður drekkamunnur og møguleiki verður at seta spurningar og annars fáa eitt prát við tey, sum feila tað sama. Kunnað verður um Norðurlendska samarbeiðið og bóklingar og annað upplýsandi verður at fáa.
Felagið hevur fingið gjørt eina plakat í sambandi við 50 ára haldið, og er tað Frits Johannesen, sum hevur teknað. Ymisk onnur tiltøk verða seinni á árinum, m.a. ein stór fyrilestrarøð við norðurlendskum læknum. Vit fara at frætta meira um hetta tá tiltakið er fastlagt.