Øgilig kapping millum Rádna og Sølmund

6-mannafør kvinnur: Videoupptøkur máttu avgera, hvør vann róðurin

Róðurin hjá 6-mannaførum við kvinnum var óvanliga spennandi í dag, og videoupptøkur máttu avgera, hvør var fyrstur um málið.

Rádni og Sølmundur skiftust um at vera á odda, og lítil og eingin munur var á bátunum allan róðurin.

Niðurstøðan á málinum varð, at Rodni vann við tveimum hundraðpørtum framman fyri Sølmund. Tættari kundi tað ikki vera.

6-mannafør, kvinnur – úrslitið
1. Rádni
2. Sølmundur
3. Páll Fangi

6-mannafør, kvinnur – støðan 
1. Rádni 40 stig
2. Sølmundur 38 stig
3. Páll Fangi 29 stig
4. Fortuna 5 stig
5. Hósvíkingur 4 stig