Øgiliga gott fólk
- Tað var ein skelkur, tá ið telefonin ringdi klokkan átta í gjáramorgunin og vit fingu deyðsboðini av venjaranum.
Bogi Mortensen, sum hevur staðið á odda fyri hondbóltinum hjá VB í fleiri ár og hann kennir Aivaras Daugi sera væl og tað kom honum ómetaliga dátt við, tá ið deyðsboðini komu.
Og hann hevur bara alt gott at bera litaviska venjaranum hjá VB.
- Hann var eitt øgiliga gott fólk, hugsaði nógv um onnur og var serstakliga væl lýddur í Vági, sigur hann.
Sjálvur treivst Aivaras Daugis eisini sera væl í Vági og ímillum vágbingar og hann kendi hvørt mansbarn.
So væl treivst hann, at hann í eini blaðgrein kallaði Vág fyri sítt annað heim.
Eisini sum venjari hevur Bogi bara alt gott at bera honum.
- Hann var ein sera góður og nærlagdur venjari, sum fór eftir úrslitinum. Hann dugdi sera væl at lesa spælið og hevði gott taktiskt forstáilsi.
Hann dugdi eisini ómetaliga væl at fara við spælaranum og megnaði altíð at fáa tað besta burtur úr hvørjum einstøkum spælara.
Bogi Mortensen sigur, at sum hann hevur skilt, komu deyðsboðini av Aivaras Daugis eisini sera dátt við hjá hansara næstringum, tí hann hevur ikki verið sjúkur.
- Hann hevði verið eitt sindur illa tilpass um vikuskiftið, men var farin at ganga sær ein túr í gjáramorgunin, tá ið hann brádliga small deyður niður.
Hann giftust fyri nøkrum fáum árum síðani og eftir hann sita kona og tvey børn, sum eru fimm og tvey ára gomul.
Les eisini greinina. Kendur VB venjari brádliga deyður