Leikaraprát
Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen, var sum verða man, sera skuffaður, at føroyska liðið ikki megnaði at halda fast um javnleikin ímóti Týsklandi.
? Eg eri øgiliga skuffaður av, at vit ikki megnaðu at halda fast, men sum ikki einaferð gjørdust vit ov stuttir, tá avtornaði. Týskararnir hava fleiri stórar málmøguleikar, og vit fáa hjálp bæði frá træverkinum og Jákupi Mikkelsen, men sum dysturin leið, trúði eg veruliga, at vit fóru at halda teimum frá at skjóta mál, sigur ein vónbrotin liðskipari.
Óli, sum var leikbannaður í dystinum ímóti Íslandi leygardagin, spældi ein rimmar dyst í miðverjuni saman við Jón Róa Jacobsen. Hann stýrdi væl verjuni, sum stóran part av dystinum var undir stórum týskum trýsti.
? Allir mans góvu seg 100 % í dag, og tað var eitt ótrúligt lið avrik, og tað ger tað enn keðiligari, at vit ikki fingu javnt. Eisini má eg nevna føroysku áskoðararnar, sum stuðlaðu okkum ótrúliga væl í dag, sigur Óli Johannesen at enda.