Giljanestiltakið hjá Lions Vágar nú sunnudagin

Sunnudagin tann 14. februar kl. 16 verður árliga tiltakið hjá Lions Vágar í høllini á Giljanesi. Í ár verður skráin uppaftur fjølbroyttari enn hon hevur verið árini frammanundan. Og í ár verður stóra peningagávan latin til keyp av einum hjartatóli til nýggja sjúkrabilinum í Vágum

Ólavur í Beiti


Í 1987 fór Lions Vágar fyrstu ferð at skipa fyri Giljanes-tiltakinum, og í ár verður tað so fyri 13. ferð at hetta stóra tiltak verður hildið. Dagurin er settur at vera sunnudagin tann 14. februar, og sum orðið sigur, verður tað í høllini á Giljanesi.

Undanfarin ár hevur Lions Vágar latið bæði smærri sum størri peningagávur til ymiskt í Vágum, og m.a. næstseinasta ár vórðu keyptir búnar til allar tær yngru ítróttardeildirnar í Vágum við ámerkinum »Nei til narkotika«. Og henda stóra peningaupphæddin hevur ligið millum 40 - 60.000 krónur, umframt peningagávur millum 5-10.000 krónur.


Nýggjur sjúkrabilur

Umframt alt tað vanliga sum hevur verið hesi seinnu mongu árini, so sum tombola, eydnuhjól, 21-spæl o.s.fr., verður eisini møguleiki at taka blóðtrýstið. Hetta verður sjálvandi gjørt í sambandi við at nýggi sjúkrabilurin hjá Vága Bjargingarfelag, sum kom í oynna mánadagin, eisini verður vístur fram. Lions Vágar hevur stuðlað keypinum av fleiri tólum til henda nýggja sjúkrabil, og tann stóra peningaupphæddin sum vónandi kemur inn nú til eitt nýtt hjartatól til nýggja sjúkrabilin.

Gamli lastvognurin frá seinna heimsbardaga sum varð nýumvældur fyri nøkrum árunum síðani, verður so eisini sýndur fram. Og dansifelagið »Upp á tá« skal á framsýning kl. 20 vísa ymiskar dansir.


Jóhan í Kollafirði

Klokkan 17 og 19 verður stórskemtarin Jóhan í Kollafirði á skránni við sínum sermerkta bæði stíli og skemti. Eisini verður málningaframsýning, har málarar úr allari oynni sýna fram. Og sum nakað nýtt skulu tríggir teir vakrasta urtagarðarnir í oynni veljast, sum verða kunngjørdir sunnudagin, og vinnararnir fáa gávu!

Tað kostar einki at koma inn í høllina á Giljanesi, men skalt tú royna teg í onkrum, mást tú gjalda og allur peningur sum inn kemur fer óskorin til vælgerandi endamál.

Lions Vágar hevur íalt 32 limir.