Í kvøld fer AaB á vitjan hjá Esbjerg í donsku Superliguni, og tað verður við einum føroyingi í byrjunaruppstillingini. AaB hevur júst kunngjørt uppstillingina; Gilli Rólantsson spælir á vinstra bakki.
Hetta er fyrsti Superliga-dystur hjá honum í longri tíð, men tað tykist sum um plássið á vinstra bakki er plássið, har hann hevur møguleika at vísa seg fram. Hesaferð avloysir hann Jakob Ahlmann.
Dysturin byrjar kl.18.00 og verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1.