Gilli Sørensen skifti í vetur til AaB frá B36. Í dag fekk hann sínar fyrstu minuttir á vøllinum, tá hann bleiv skiftur inn eitt stórt korter fyri tíð í 2-1 sigrinum á AC Horsens.
AaB vann samanlagt 5-2 og leiðslan var ongantíð í vanda í dag. Kasper Kusk og Lukas Spalvis løgdu AaB á odda 2-0, áðrenn André Bjerregaard minkaði um munin.
Gilli Sørensen fekk fyrr í ár sín fyrsta dyst á A-landsliðnum, tá Føroyar vunnu á Gibraltar.