Gilli skoraði og legði upp

Føroyski landsliðsleikarin er í stórformi undan landsdystinum móti Sveis

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, er flúgvandi í hesum døgum. Tvøramaðurin hevur verið millum mest eyðsýndu leikararnar í norsku kappingini síðani hon byrjaði, og aftur í kvøld gjørdi Gilli Rólantsson Sørensen um seg, tá Brann vann stórsigur móti Sandefjord á heimavølli.

 

Endaliga úrslitið av dystinum var, at Brann vann 5-0, eftir at teir í hálvleikinum førdu 4-0.

 

Gilli Rólantsson Sørensen, ið hevur spælt nógv í seinastuni, var skiftur út tíðliga í seinna hálvleiki, tí at venjarin spardi nakrar av týðandi leikarunum, eftir at teir vóru komnir á odda 4-0.

 

Men ta løtuna Gilli R. Sørensen spældi bæði legði hann upp til mál og kom á máltalvuna sjálvur. Gilli legði upp til 2-0 málið og skoraði sjálvur til 4-0, tá 41 minuttir vóru leiktir.

 

Sostatt helt Gilli Rólantsson Sørensen orð, tí fyrr í dag lovaði hann at hann skuldi koma á máltalvuna í eini grein sum kann lesast her.

 

Við sigrinum liggur Brann sum nummar trý í bestu norsku deildini.