Gilli skoraði og vann silvur

Brann Bergen vann seinasta dystin í hesum kappingarárinum, og endaði næstovast í tippuliguni

17.686 fólk á Brann leikvøllinum í Bergen sóu heimaliðið, Brann Bergen vinna 2-1 á Sarpsborg í tí seinasta dystinum, sum var spældur hetta kappingarárið í norsku tippuliguni.

 

Gilli Rólantsson spældi allan dystin fyri Brann Bergen, og talan gjørdist um ein góðan dag hjá Gilla, sum skoraði til 2-0 tá 43 minuttir vóru farnir av dystinum. Ein verjuspælari hjá Sarpsborg sendi bóltin fyri føturnar á Gilla, sum takkaði fyri óvæntaða møguleikan, og setti bóltin hegnisliga í longra hornið. Jakob Orlov legði Brann Bergen á odda, tá 18 minuttir vóru farnir av dystinum. Sarpsborg fekk sítt mál í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Samstundis, sum Brann Bergen vann, so taptu kappingarneytarnir, Odd 1-3 ímóti Tromsø á útivølli, og má Odd taka til takkar við bronsuheiðursmerkjunum.

 

Talan er um eitt sera gott úrslit hjá Brann Bergen, sum er uppflytarar. Nú verður at taka næsta stóra stigið, sum verður at koppa Rosenborg av norsku fótbóltstrónuni, sum verður eitt størri tak. Í hesum framtíðarætlanum er Gilli Rólantsson.

 

Endaliga støðan í norsku tippuliguni : 

 

1Rosenborg30      21

 6

3      65:2569
2Brann Bergen3016 6842:2754
3Odd3015 6944:3551
4Haugesund301210  8     47:43  46
5Molde3013   61148:4245
6Sarpsborg30129935:3745
7Strømsgodset301281044:4044
8Viking301271133:3543
9Aalesund301261246:5142
10Vålerenga301081241:3938
11Sogndal308121033:3736
12Lillestrøm308101245:5034
13Tromsø30971436:4634
14Stabæk30871535:4231
15Bodø/Glimt30861636:4530
16Start Kristiansand302101823:5916