Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hópin til dystirnar móti Norra og Albania, sum verða 16. novembur og 20. novembur. Tað vakti ans, at Teitur M. Gestsson ikki var við.
Ein annar av teimum, sum plagar at verða listanum er Gilli Rólantsson, sum spælir við Vejle BK í Superliguni í Danmark. Hann hevur sitið uttanfyri í eina tíð við skaða, men venur nú aftur. Hann hevur tó mist plássið hjá sær á besta liðnum, og kappingin um høgra bakk plássið á landsliðnum er hørð.
-Tað er ein kappingarstøða. Gilli hevur spælt lítið og verið skaddur. Tað er ikki altíð so rættvíst, men hesa ferð hava vit René Shaki Joensen, sum vit kenna frá hasum plássinum á landsliðnum, Jóannes Kalsø Danielsen, ið spælir hatta plássið fyri KÍ í Evropa og Hanus Sørensen, sum vann steypakappingina á hasum plássunum. Eg vil hava Gilla at spæla og verða í form, og hann er ikki við tí hann ikki spælir, sigur Håkan Ericson.
Føroyar spæla venjingarlandsdyst móti Norra 16. novembur í Olso, og EM-undankappingardyst móti Albania 20. novembur í Tirana.
Hópurin:
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Verjan:
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Miðvøllur:
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Adrian Justinussen, HB
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Álop:
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)