Gilli var aftur á vøllinum fyri Odd

Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd fingu ein ordans lúsing norði í Bodø í dag

Fyri fyrstu ferð síðani 19. juni var Gilli R. Sørensen aftur á vøllinum fyri Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað var tó eingin serlig uppliving fyri Gilla, tí hann og liðfelagarnir taptu heili 0-7 fyri Bodø/Glimt, ið vísir seg vera ótrúliga væl fyri nú við 5-0 sigri á Zalgiris og 8-0 sigri á Linfield á heimavølli í Champions League undankappingini.

 

Tá Gilli kom á vøllin í 55. minutti var støðan longu 5-0 til Bodø/Glimt. Bodø/Glimt var á odda 4-0 í steðginum.

 

Odd er nummar 10 av teimum 16 liðunum í deildini við 20 stigum. Níggju stig eru niður til næstaftasta plássið, ið gevur beinleiðis niðurflyting aftaná lokið kappingarár.