Tá ið føroyska landsliðið klokkan 17 fer á vøllin suðuri í Pristina í Kosovo eru tað fleiri spælarar, sum hava serligan dag á landsliðnum.
Ein teirra er Gilli Rólantsson Sørensen, sum nú spælir við Odds Ballklubb í Skien í Noregi. Hann verður í dag fyri 60. ferð á landsliðnum. Fyrsta ferðin, at 30 ára gamli Gilli Rólantsson Sørensen var á landsliðnum, var 1. mars í 2014, tá ið Føroyar í vinardysti á úvivølli ímóti Gibraltar vunnu 4-1.
Undan Gilla eru tað ellivu spælarar, sum hava rokkið 60 landsdystum og tískil eru roknaðir at vera í rættiliga eksklusivum landsliðsfelag:
.
Fróði Benjaminsen | 95 |
Óli Johannesen | 83 |
Jóan Símun Edmundsson | 77 |
Jákup Mikkelsen | 73 |
Hallur Hansson | 72 |
Gunnar Nielsen | 70 |
Jens Martin Knudsen | 65 |
Viljormur Davidsen | 63 |
Julian Johnsson | 62 |
Jákup á Borg | 61 |
Sølvi Vatnhamar | 61 |
.
Hann við flest royndum á landsliðnum í dag er liðformaðurn Viljormur Davidsen, sum í kvøld fyri 64. ferð verður á landsliðnum, og honum á baki er Sølvi Vatnhamar, sum í kvøld fer at spæla fyri 62. ferð á landsliðnum.
Í kvøld verður Meinhard E. Olsen fyri 25. ferð á landsliðnum. Framrættaði Meinhard var mikukvøldið í 5-0 tapinum í Kekkia eyðsýndasti føroyski spælarin. Hann umboðar nú Mjøndalen í næstbestu norsku deildini.
Fyrsta ferðin, at 25 ára gamli Meinhard E. Olsen var á landsliðnum, var 7. juni í 2019, tá ið Føroyar í EM undankappingardysti á heimavølli taptu 4-1 ímóti Spania. Ta ferðina avloysti Meinhard fýra minuttir undan leikloki Árna Frederiksberg.