Gisti hjá løgregluni í nátt

Tveir persónar vórðu handtiknir í nátt, tá nógv fólk góvu løgregluni úr at gera

Tað hevur verið fitt at gjørt hjá løgreluni í nátt, hóast tað hevur verið friðarligt.

 

Tað er jólaborðhaldstíð, og tá fáa nógv fólk nakað nógv innanborða, og tað hevur so ført til, at løgreglan í nátt hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava verið stúrin um fólk, sum lógu avdottin ymsastaðni úti.

 

Løgreglan sigur, at hava tey fleiri ferðir hjálpt fullum fólki á føtur aftur, onkur er koyrdur til hús, men tey ringja eisini eftir sjúkrabili, eru fólk so full, at einki samband fæst við tey.

 

Tveir mans vórðu handtiknir í nátt. Annar var so ólátaður, at hann fekk 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglarnar. Og hin fekk bót, tí hann vildi ikki siga løgregluni hvør hann var.

 

Annar var skjótt leyslatin aftur, men hin hevur gist í brummuni í nátt.