Giza/Hoyvík í næstbestu deildini

Giza/Hoyvík vann lykladystin ímóti TB í dag, og nú ber næstan ikki til at snáva.

Giza/Hoyvík er aftur í næstbestu deildini. Tað er so gott sum greitt, nú Giza/Hoyvík í dag vann 3-1 ímóti TB í beinleiðis dysti um uppflyting til 1. deild. TB hevur framvegis møguleikan at enda á sama stigatali sum Giza/Hoyvík, men so skal málmunurin eisini broyta seg heili 26 mál. Tað er somikið ósannlíkt, at teir í Giza/Hoyvík í kvøld eru í veitsluhýri.


Tað var innan stutta løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Giza/Hoyvík av álvara beit frá sær og legði lunnar undir sigurin í dag. Ahmed Keita, Evrard Blé og Bogi Hermansen syrgdu fyri, at lítla høvuðsstaðarfelagið var á odda 3-0 tá ið eitt korter restaði í. Í yvirtíðini pyntaði Jón Tórður Holm um úrslitið, sum sostatt gjørdist 3-1 til Giza/Hoyvík.


Hetta er fyrstu ferð síðani samanleggingina, at Giza/Hoyvík er í næstbestu deildini. FC Hoyvík flutti í 2011 úr 1. deild og niður í triðbestu deildini, har teir hava verið fram til nú. Við teimum upp í 1. deild flytur næstbesta liðið hjá HB.