Í gjár vóru fleiri enn 350 fólk koppsett fyri koronu á teimum trimum sjúkrahúsunum og í heilsuverkinum, halda tey, at tað gongur væl við koppsetingini.
Tilsamans eru nú 902 føroyingar koppsettir fyri koronu og tað svarar til 1,7 prosent av øllum føroyingum. Tað eru heilsustarvsfólk og røktarstarvfólk, sum verða koppsett fyrst koronu og tá ið hendan vikan er farin, hava eini 1.200 av teimum, fingið ta fyrstu sproytuna.
– Alt bendir á, at ein nýggj sending við koppingarevni kemur til Føroya fyrst í næstu viku og gongur tað eftir vild, eru yvir 2.000 føroyingar koppsettir fyri koronu um eina viku, ella hálvan januar, sigur Heilsmálaráðið.