Gjørdi heitan mat til 1.000 fólk

Jákup Ziskason og hansara harkalið mugu sigast at vera gandakallar, tá tað kemur til at gera mat. Fríggjakvøldið borðreiddu tey við heitum mati fyri 1.000 fólkum í KÍ-høllini til ábyrgdarafundin hjá Norðoya Sparikassa

Jákup Ziskason úr Klaksvík er ein av landsins bestu kokkum. Tað er ongin ivi um tað. Hann er ein sannur gandakallur, tá tað kemur til at gera mat. Og tey eru mong í tali, sum biðja hann gera matin, tá tey bíleggja úti frá.
Umframt eina ørgrynnu av brúdleypum og veitslum av ymsum slagi, hevur Jákup gjørt matin til allar ábyrgdarafundirnar, sum Norðoya Sparikassi hevur skipað fyri. Og tað er ein størri kunstur at kunna skipa fyri tí.
Tann seinasti ábyrgdarafundurin var fríggjakvøldið 21.03.03. Og har vóru ikki færri enn 1.000 fólk savnað. Jákup og hansara harkalið arbeiddu hart og gjørdu sítt til, at heitur matur var til hvørt tað einasta fólkið í høllini hetta kvøldið.
At gera mat til so mong fólk er sanniliga ikki bara sum at siga tað. Jákup steikti knapt 400 kilo av kjøti og gjørdi einar 140 litrar av sós. Og so sjálvandi eplir og grønmeti afturvið. Til forrætt var rækjubland og trifla omaná.
? Eg byrjaði at steikja kjøtið mikudagin, sigur Jákup, sum gjørdi allan matin uttan rækjublandið uppi hjá sær sjálvum.
Í dag verða vakum-pakkað eplir nýtt, og Jákup koyrdi tey í ein kókiposa og hitaði tey í gjøgnum í eini gassgrýtu uppi hjá sær sjálvum. Síðani koyrdi hann tey í flamingokassar, har tey hildu sær heit. Og tað sama gjørdi hann við grønmetið. Sósin stóð í gass-grýtum inni í umklæðingarrúmunum í KÍ-høllini.
KÍ høllin hevur fýra umklæðingarrúm, og tey vórðu øll gjørd um til køkar við einari gassgrýtu í hvørjum til sós. Kjøtið helt hann heitt í ovnum heima og í Kokkaskúlanum, har hann er lærari.
So hevði hann tríggjar bilar við trimum fólkum í, sum koyrdu aftur og fram eftir kjøti, tá tað var tørvur á tí. Afturat sær hevði Jákup 20 fólk í køkinum og 20 fólk tilsamans, sum gjørdu ymiskt annað. Servitrisurnar vóru einar 62 í tali.
Kokkur í klædningi
Tað, sum ein uttan iva legði væl til merkis hetta kvøldið í KÍ høllini er, at meðan fólk bíðaðu eftir, at fundurin skuldi byrja og at øll vóru komin upp á pláss, gekk Jákup runt í sínum vanligu kokkaklæðum. Men tá borðhaldið byrjaði gekk hann runt so fínum í klædningi og slipsi.
? Tá borðhaldið byrjaði, var mín uppgáva í køkinum liðug sum so. Tá gekk eg runt og eygleiddi, hvussu alt gekk úti í sjálvari høllini, sigur hann. Jákup tók so eina hond í, har tað tørvaði. Men hann er jú kokkurin, so tá allur maturin var gjørdur, var tað upp til hansara starvsfólk at syrgja fyri, at hann kom so skjótt og so heitur sum til bar út til øll fólkini. Ein uppgáva, sum tey øll megnaðu til eitt reint UG.
Tá fundurin nærkaðist endanum, bleiv Jákup og alt hansara harkalið klappað upp á pallin fyri teirra megnararbeiði. Og tað mundi ongan enda fingið. Tað bleiv við at koma fólk út frá umklæðingarrúmunum. Jákup, konan Hergerð og tvey abba- og ommubørn stóðu á pallinum, meðan øll hini yvir 100 fólkini stóðu á gólvinum framman fyri pallin.
? Tástani sá eg, hvussu mong tey vóru, sum arbeiddu fyri meg hetta kvøldið, sigur Jákup.
Jákup sjálvur letur væl at tiltakinum og sigur, at hann hevur fingið nógv positivt at vita, um hvussu væl nøgd fólk vóru við matin og serveringina.
? Sjálvandi var okkurt, serliga eisini tí, at tað vóru fleiri nýggjar og óvandar gentur, sum serveraðu, so tær vóru eitt sindur í villareiði, tí tær ikki vistu, hvat tær skuldu allatíðina, men sum heild gekk alt bara upp á stás, sigur Jákup, sum var avbera troyttur leygardagin. Og tá stóð alt uppvaskið og bíðaði. Og tað gjørdi tað eisini mánadagin.
? Tað tekur nakrar dagar at vaska alt upp aftur, tað ger tað. Bestikkið varð alt vaskað í vikuskiftinum, men alt tað stóra tað slapp at standa eitt sindur longri, sigur hann.
Jákup eigur meginpartin av bestikkinum sjálvur, men til eitt so stórt borðhald, noyddist hann kortini at læna frá øðrum. Hann eigur sjálvur til eini 600 fólk, og so fór tvær aðrastaðni at læna. Og tað er stór broyting frá fyrsta ábyrgdarafundinum.
? Tá læntu vit alla møguliga staðnis frá, og tað var eitt stórt arbeiði at fáa alt upp á pláss aftur, greiðir Jákup frá. Men tað var so munandi lættari hjá teimum hesuferð.
Jákup Ziskason dylir ikki fyri, at tað er ómetaliga hart arbeiði at gera heitan mat til so mong fólk, men hann sigur, at hann hevur gott fólk aftanfyri seg eisini, og tað ger sítt til, at tað ber til.
Jákup hugsar ikki langt fram í tíðina. Tí hann hevur altíð nóg mikið at gera. Næsta selskapið, sum kann njóta máltið frá honum, eru KÍ- stuðlarnir í Havn, sum hava eitt hugnakvøld í kvøld. Men tað er eitt munandi minni selskap.
Jákupi dámar væl at kokkast, og hann hevur fingist við tað í mong ár nú. Og so er bert at vóna, at hann fer at halda fram longi afturat.