Gjørdist bilsin av at verða settur frá

Hann hevði verið stjóri á Landssjúkrahúsinum í knøpp fýra ár, tá hann fríggjadagin 20. august í ár var farin til hús og dagin eftir skuldi uttanlands at halda frí við konuni. Brádliga ringdi telefonin. Tað var aðalstjórin í Heilsumálaráðnum, sum segði, at landsstýrismaðurin hevði mist álitið á honum. Hann skilti onki. Hvussu skuldi hann siga tað við familjuna? Hví skuldi hann úr starvi, tá Landssjúkrahúsið í 2009 fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni hevði hildið játtanina? Her greiðir Allan Skaalum frá síni tíð sum stjóri í brennideplinum á Landssjúkrahúsinum

Lítið og onki rumbul hevði verið á Landssjúkrahúsinum leingi, ongantíð hoyrdist stjórin tosa við stórum stavum, og fleiri høvdu tí fingið ta kenslu, at nakað so sjáldsamt sum friður valdaði á landsins størsta arbeiðsplássi. Men týsdagin 24. august í ár vistu fjølmiðlarnir at siga, at landsstýrismaðurin við heilsumálum, Aksel V. Johannesen, hevði mist álitið á Allani Skaalum sum sjúkrahússtjóra. Hann skuldi ikki hava havt hegni at stýra útreiðslunum. Allan Skaalum var púra ósamdur, men sum støðan var, helt hann ikki, at tað loysti seg at stríðast ímóti yvirmaktini og valdi at gera eina fráfaringaravtalu við Heilsumálaráðið og fara úr sessinum.
 
Enn einaferð var rok á Landssjúkrahúsinum. Aftur settu fjølmiðlarnir luppin á hetta so klandursrakta arbeiðsplássið við teimum mongu fakbólkunum, og skjótt staðfestu fleiri teirra, at Allan Skaalum var settur frá av órøttum. Aktiónin minti mest um eina gardering hjá landsstýrismanninum, ið ikki vildi koma í trupulleikar, nú Landssjúkrahúsið hevði søkt um eykajáttan til heilivág, ið Allan Skaalum væl frammanundan hevði gjørt vart við fór at hava meirútreiðslur við sær. Meirútreiðslurnar stóðust av óvæntaðum umstøðum. Raksturin annars var góður. Og í 2009 hevði Landssjúkrahúsið á fyrsta sinni í mong ár megnað at hildið játtanina.
 
Allan Skaalum var seinnapartin fríggjadagin 20. august farin heim í teirri trúgv, at hann framvegis var stjóri á Landssjúkrahúsinum, tá hann aftur skuldi til arbeiðis. Fyrst skuldi hann kortini í feriu saman við konuni. Tey gleddu seg hetta kvøldið at fara til Turkalands dagin eftir, men so ringdi aðalstjórin í Heilsumálaráðnum og ljóðaði ógvuliga álvarsligur á málinum. Allan Skaalum helt, at onkur var deyður.
 
- Eg grunaði als ikki, at eg skuldi úr starvinum, og eg trúði tí ikki. Eg var púra paff, tí eg helt, at tað, vit høvdu gjøgnumført á Landssjúkrahúsinum, var gott. Hetta átti bara at styrkt landsstýrismannin. Í teirri løtuni, eg fekk boðini, skuldi eg taka støðu til fleiri viðurskifti, eg ikki hevði yvirlit yvir júst tá. Eg var á veg í feriu, og hvussu skuldi eg fáa sagt við familjuna, at eg skuldi halda uppat í starvinum? Hvussu skuldi eg fáa gjørt neyðugu fráfaringaravtaluna, tá eg skuldi avstað dagin eftir? Eg helt, at grundgevingin var sera tunn, men eg valdi so at senda boð eftir advokati  beinanvegin og gera eina avtalu, har eg fekk staðfest, at eg var ósamdur, sigur Allan Skaalum.
 
Byrjaði við einum braki
Her endaðu so tey fýra árini hjá honum á Landssjúkrahúsinum. Hann var komin í sessin í 2006, tá Poul Geert Hansen, ið var maðurin, ið gav honum óvæntaðu boðini umvegis telefonina, var farin úr stjórasessinum á Landssjúkrahúsinum í aðalstjórasessin í Almanna- og Heilsumálaráðnum, sum ráðið tá æt. Frammanundan var Allan Skaalum vinnukundaráðgevi á vinnulívsdeildini í Føroya Banka. Har hevði hann tætt samband við nøkur av størstu reiðaríunum og fiskivinnuvirkjunum í landinum. Eftir fimm ár í bankanum helt hann, at stundin var komin at royna okkurt nýtt, og helst vildi hann hava eina avbjóðing í leiðandi starvi.
 
- Tá stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum varð lýst leyst, hugsaði eg als ikki beinanvegin, at tað var rætta starvið fyri meg. Eg kendi ikki Landssjúkrahúsið bara fyri tað góða, tí oftast hoyrdist jú í fjølmiðlunum um starvsfólkaósemjur, ótíðarhóskandi hølir og strammar fíggjarkarmar. Eftir at hava hugsað eitt sindur um tað, helt eg kortini, at eg kanska kundi gera mun, so eg søkti og fekk starvið. Mín kunnleiki til Landssjúkrahúsið var sera avmarkaður, so tað fyrsta, eg mátti gera, var at seta meg inní, hvussu leiðslan var skipað, hvørji aktuell mál lógu og bíðaðu, og hvussu húsið annars virkaði, greðir Allan Skaalum frá.
 
Innlæringartíðin byrjaði tó við einum braki. Tað fyrsta málið, hann varð settur at fáa enda á, var, hvussu føðideildin á Landssjúkrahúsinum skuldi skipast. Stríðið um hetta hevði verið drúgt frammanundan. Longu fyrstu vikuna skuldi ein avgerð takast í málinum, og tað var so skjótt, so var eldur í koluni. Ljósmøðurnar gjørdu ikki mætari enn, at tær allar søgdu upp. Uppsagnirnar vórðu handaðar nýggja stjóranum sama dag, sum hann skuldi vera við til fyrsta jólaborðhaldið á Landssjúkrahúsinum. Tað var vorðið sum elddópur at fáa, heldur hann enn. Stríðið stóð við í eina tíð, men í dag heldur Allan Skaalum, at hann hóast hesa ósemjuna hevði góð viðurskifti við føðideildina øll árini.
 
Stevnumið settu kósina
Eftir buldrasliga elddópin kundi hann fara undir at seta síni fingramerki á bygnaðin á Landssjúkrahúsinum. Saman við hinum í leiðsluni setti hann sær fyri at menna leiðslumentanina, starvsfólkatrivnaðin, búskaparligu stýringina og viðurskiftini hjá sjúklingunum. Ein endamálsorðing varð gjørd fyri Landssjúkrahúsið, og húsið fekk eina neyva visión. Visiónin var í trimum og snúði seg um at seta sjúklingarnar, starvsfólkini og samfelagið í miðdepilin. Hetta, at øll fingu felags stevnumið at arbeiða eftir, heldur Allan Skaalum í dag var eitt tað týdningarmesta, ið kom burtur úr stjóratíðini.
 
- Tá vit fingu orðað stevnumiðini og kundu skipa arbeiðið eftir tí, lætti tað beinanvegin um fatanina av, hvussu vit skuldu raðfesta. Tað var sera gleðiligt, at vit hildu játtanina í 2009, men hetta hevði ikki borið til, um ikki øll høvdu eina felags fatan av, hvør uppgávan var. Eg haldi, at góða úrslitið sást aftur á starvsfólkunum, tí tey rættu ryggin og vóru errin. Samanborið við øll onnur sjúkrahús í ríkinum var tað sjáldsamt at halda játtanina, so hetta var eg eisini sjálvur fegin um. Gleðiligt er í dag at síggja, at seinasta nøgdsemiskanningin millum sjúklingarnar vísir stóra framgongd samanborið við kanningina, vit gjørdu fyri góðum tveimum árum síðan. Alt hetta sigur mær, at vit gjørdu nógv rætt, sigur hann.
 
Eftir boðini um uppsøgnina fríggjakvøldið 20. august fóru hann og konan uttanlands í feriu, eins og tey høvdu ætlað. Í Turkalandi fylgdi hann við orðaskiftinum um, hví hann var biðin um at fara heim, og skjótt sá hann, at fleiri hildu hetta vera margháttligt og órímiligt. Hann kundi ikki annað enn vera samdur. Tá tey bæði so komu heimaftur nakrar vikur seinni, frætti hann um undirskriftirnar frá fleiri enn 400 starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, ið vildu hava hann settan aftur í starvið. Hóast hann væl visti, at hetta neyvan var realistiskt, fløvaði stuðulin frá starvsfólkunum almikið.
 
- Tá ein leiðsla sum tann á Landssjúkahúsinum tekur avgerðir, er einstaka stavsfólkið langt frá altíð samt við henni. Í 2009, tá stór inntriv vórðu gjørd fyri at halda játtanina, bóru bæði leiðsla og starvsfólk tungar byrðar, m.a. tí semjur vórðu gjørdar, ið gingu teirra fakliga stoltleika nær. At allar hesar undirskriftirnar kundu verða savnaðar saman eftir so stuttari tíð, hóast Landssjúkrahúsið á mongum økjum ikki bjóðar starvsfólkunum nøktandi arbeiðstreytir, gjørdi meg ovfarnan. Kanska komst stuðulin av, at eg allatíðina royndi at spæla við opnum kortum, og at starvsfólkini kendu grundgevingarnar fyri teimum skerjingum, vit máttu gera, sigur Allan Skaalum.
 
Lítur framá
Tíð hansara á Landssjúkahúsinum er nú farin, og síðan hann fór úr stjórastarvinum, hevur hann havt stundir at putlast við sovorðið, hann ikki hevði fingið frá hondini heima í Gundadali. Eisini hevur hann havt stundir at vera við í onkrari spennandi verkætlan. Sjálvur heldur hann tó, at ov long tíð helst ikki má ganga, áðrenn hann aftur fer í fast starv, og undir samrøðuni nevnir hann, at møguleiki er fyri, at hann skjótt verður aftur at síggja í onkrum áhugaverdum starvi.

- Eg haldi ikki, at nógv størv í Føroyum eru so spennandi sum stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum, men eg hevði hugsað meg væl um, áðrenn eg fór inn í eina politiskt stýrda fyritøku aftur. Eg havi fingið eina barlast við mær á Landssjúkrahúsinum, sum er gull verd, sama um eg fari at arbeiða hjá tí almenna ella tí privata. Lendingin á Landssjúkrahúsinun var hørð, men eg havi valt at líta framá, og eg vóni, at starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum fáa ein góðan stjóra aftan á meg. Eg havi verið og heilsað uppá, síðan eg gavst, og eg haldi, at tingini eru avklárað. Eg misunni honum ella henni, sum tekur við eftir meg, og kann bara siga, at Landssjúkrahúsið er eitt av bestu arbeiðsplássunum í Føroyum, sigur fyrrverandi stjórin.
 
Nú framtíðin liggur opin fyri honum, og tíðin á Landssjúkrahúsinum er eitt minni um eina farna tíð á lívsleið hansara, kann hann eins og øll onnur gleða seg til jólafriðin, ið skjótt fer at leggjast um landið. Jólini fer hann at halda í heima í Gundadali.
 
- Vit fara at eta gás úr Syðradali og dunnu jólaaftan. Fyrsta jóladag plaga vit at vera saman við brøðrunum hjá konu míni og teirra familjum hjá vermóðir til fleskasteik. Seinastu jól var so góður kavi, at vit fóru niðan á Kleynisvarða at skreiða. Vónandi verður kavi aftur í ár, so vit kunnu fáa ein frískligan túr í kavanum oman á góða jólamatin, sigur Allan Skaalum.
---------------------

FAKTA

Allan Skaalum, 47 ár.
Giftur við Guðny.
Tey eiga trý børn, 15, 16 og 19 ár.

1991: Cand.Merc. prógv frá CBS í marknaðarføring og leiðslu
1991-1995: Fulltrúi, Føroya Banki
1995-1997: Búskaparfrøðingur, Oljufyrisitingin
1997: Fíggjarleiðari, ALS
1997-1999: Stjóri, ALS
2000-2001: Stjóri, ReproZ
2001-2006: Vinnukundaráðgevi, Føroya Banki
2006-2010: Sjúkrahússtjóri, Landssjúkrahúsið