Tórshavnar kommuna hevur sett nógv jólatrø upp í miðbýnum, og tíðliga í morgun fóru fólk at gera seg inn á tey.
Samstundis var bardagi í Niels Finsensgøtu, og bardagin endaði við, at ein varð skuldsettur fyri harðskap. Hesin slapp eisini at gista í brummuni.
Annars hevur verið stak friðarligt í Havn í nátt, sigur politiið.