Gjald fyri at koma í hagan

Hagafelag Føroya átalar, at forðingar verða settar upp nógvastaðni kring landið, so at føroyingar ikki kunnu koma út í náttúruna. Nú eru umleið 10 støð í Føroyum, har gjøld ella forðingar eru fyri at sleppa á tey støðini

– Ynskja vit veruliga eitt stongt land, ið avmarkar rættin hjá vanligum fólki at fara ein túr í hagan, spyr Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya.

Hon vísir á, at tað eru nógv støð kring Føroyar, sum nú krevja gjald fyri at sleppa út í náttúruna. Øll hesi støðini krevja gjøld: Trælanípan og Drangarnir í Vágum, Mykineshólmur, tveir hagapartar við Gjógv, Villingardalsfjall á Viðareiði, Lítla Dímun, og nú eisini Saksun, har portur verður sett upp, so ikki ber til at koma til sjógvin, uttan at ein rindar.


##med2##

Onnur støð, sum til dømis Ásmundarstakkur í Sandvík, og við Halgafelli í Klaksvík eru skelti sett upp, har fólk fáa greið boð um, at har er ikki loyvi at koma.

– Hví skal ein knappliga gjalda fyri at koma til sjógvin. Og hví eru hagar, har onkur hevur sett skelti upp, at tað er privat, og at eingin er vælkomin. Privat fólk kunnu ikki seta tílík skelti upp. Vit eiga øll rætt til ókeypis at koma út í náttúruna. Vit tosa um ódyrkað lendi og fjøll, og í londum rundan um okkum sum Íslandi, Skotlandi og Norra ber til at njóta náttúruna uttan tílíkar forðingar, sigur Rúna Hjelm.

##med3##

– Eg ynski ikki at skrúva tíðina aftur til feudalu skipanina við skeltum og portrum við avmarkingum og hóttanum, sum í hesum døgum verða sett upp um alt landið, ið lendiseigarar og festarar halda seg hava heimild til sambært gamlari lóg frá eini farnari tíð. Tíðin er komin, at politisku myndugleikarnir taka ábyrgd og lóggeva fyri rættinum til frítt at ferðast í føroysku náttúruni, sigur Rúna Hjelm.

Hon sigur seg eisini skilja, at tað kann slíta hagan, um nógv ferðafólk koma til ávís støð, men hon heldur, at tað eru ráð fyri tí.

– Góðar gøtur, parkering og vesi eiga at vera gjørd á teimum støðum, har nógv ferðafólk koma. So slítur tað ikki hagan, sigur Rúna Hjelm.

– Tað er neyðugt, at politiski myndugleikin grípur inn, so vit fáa eina góða loysn, sigur Rúna Hjelm.

##med4##