Nýggj barnaverndarlóggáva var til fyrstu viðgerð í løgtinginum mikudagin. Sammett við galdandi lóggávu, ætlar landsstýrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, at fremja umfatandi broytingar á barnaverndarøkinum. Barnaverndin verður ikki ein landsuppgáva í framtíðini. Kommunurnar yvirtaka økið.
Barnaverndirnar kring landið skulu eisini mannast av faklærdum fólki. Higartil hevur hvør kommuna sær funnið hóskandi borgarar til at manna barnaverndina, men mannagongd fer nú í søguna.
Við yvirtøkuni fylgir fíggjarligi parturin eisini við. Kommunur hava higartil lagt út fyri landið á barnaverndarøkinum, og síðani fingið peningin afturgoldnan frá Almannastovuni. Í framtíðini fíggja kommunurnar sjálvar økið
Meginbarnavernd
Heldur tilvildarliga valið av fólki í barnaverndum fer við nýggja uppskotinum í søguna. Útbúgvingin skal verða avgerandi fyri, um viðkomandi eigur pláss í eini barnavernd. Uppskotið hjá Almannaráðum leggur eisini upp til, at hvør kommuna framvegis hevur sína egnu barnavernd.
Ikki øll eru samd í, at hvør kommuna skal hava sína egnu barnavernd. Kommunusamskipan Føroya sigur í viðmerkingunum til nýggju barnaverndarlóggávuna, at hon metir, at barnaverndirnar áttu ikki verið fleiri enn níggju í tali, sum svarar til eina barnavernd fyri hvørja sókn.
Yvir øllum kommunalu barnaverndum verður ein sokallað Meginbarnavernd. Meginbarnaverndin skal liggja undir landsstýrismanninum, og uppgávan hjá henni verður samskipa allar barnaverndirnar kring landið.
Óheppið
Fleiri tinglimir vístu á í løgtinginum, at teir mettu tað verða óheppið, at barnaverndin í framtíðini bæði skal stýrast av landinum og kommununum. Tað varð ført fram, at skal barnaverndarøkið latast til kommurnar, so eiga kommurnar einsamallir at umsita økið.
Ætlanin við eini Meginbarnavernd undir landsstýrismanninum sendir eitt óheppið tekin til kommurnar um, at tær bert sleppa at gjalda, men kortini ikki at valda á barnaverndarøkinum. Løgtingslimir hildu fyri, at neyðugt er við einum greiðum uppgávubýti millum land og kommuna á barnaverndarøkinum.
Tungt øki
Í løtuni kostar barnaverndarøkið góðar 50-60 mio. krónur árliga. Kommunurnar yvirtaka tískil eitt tungt øki. Fíggingin skal fáast til vega við hægri kommunalum skattaprosenti. Samsvarandi skal landið lækka sítt skattaprosent. kommunum. Eitt tal sum 0,9 % verður nevnt sum ein møguleiki. Hett viðførir, at kommunurnar kring landið hækkað sítt prosent við 0,9%, men landið lækkar sítt skattaprosent samsvarandi