Seinasta tíðin hevur verið svár hjá Bill Gates, heimsins ríkasta manni. Microsoft er ikki longur heimsins ríkasta felag, og Bill Gates fekk sítt gjaldskort hackað í samband við ein e-handil.
Bretski unglingin Raphael Gray, ið er 18 ára gamal, bleiv handtikin í farnu viku, skuldsettur fyri at hava framt umfatandi ólógiligt virksemi. Millum annað hevur hann brotið kotuna og tilognað sær gjaldskortið hjá Bill Gates, umframt eina rúgvu av upplýsingum um mannin. Hesum var greitt frá í amerikonsku sjónvarpsrásini, NBC, í seinastu viku.
Gray var tikin av løgregluni í lítla býðinum Clynderwen í Wales. Enska løgreglan, saman við FBI, hevði vænta at fáa hendur á einum stórum kartelli av teldusnýtingum, men fekk einans fatur á 18 ára gamla walisaranum.
Um vit skulu trúgva tí 18 ára gamla Raphael Gray, livir hann upp til umdømi hjá einum teldusnýtingi, við tað at hann sigur seg hjálpa øðrum við at finna feilir við teldutrygleikum, og sostætt ikki er ein veruligur teldusnýtingur.
Til endamálið hevur hann nýtt eina vanliga heimateldu, og uppá 6 vikur hevur tað eyðnast honum at útvega upplýsingar um 23.000 gjaldskort frá otta ymsum e-handilsfyritøkum á netinum.
Gray bleiv uppdagaður gjøgnum eitt netstað í Kanada, ið meldaði hann til løgregluna, ið síðan fór víðari við málinum til FBI. Tapini hesin hevur verið atvoldin til verða mett at liggja omanfyri 3 milliónir dollarar.