Gjørt leigusáttmála fyri 25 milliónir

Almannverkið hevur gjørt leigusáttmála við privat felag um nýtt høvuðssæti á Staravegnum í Havn.

Almannverkið hevur gjørt leigusáttmála við privat felag um nýtt høvuðssæti á Staravegnum í Havn.

 

Um sløk tvey ár flytir Almannaverkið í nýtt høuvðssæti á Staravegnum beint við síðuna av, har stovnurin húsast í dag í bygningin hjá TF Holding (Tryggingarfelagið Føroyar).

 

Tað er FS Holding, sum skal byggja nýggja bygningin. FS Holding er dóttirfelag hjá »Sp/F hjá Fróða«.

 

Nýggi bygningurin verður 2.300 fermetrar til støddar, og leiguprísurin er 1.100 krónur fyri fermeturin. Tað svarar til 2.530.000 krónur um árið – ella 25,3 milliónir krónur fyri tey 10 árini, sum leigusáttmálin fevnir um.

 

Sambært Almannaverkinum, so verður nýggi bygnginurin bygdur til tørvin hjá Almannaverkinum, sum eisini hevur annan sáttmála við sama felag um leigu av hølum á Smyrilsvegi 14. Har eru nýggj høli innrættað til miðstøð fyri hjálpartól og endurvenjing.

 

Les eisini: 2.300 fermetrar til Almannaverkið