Glógvaði í meistarunum

H71 vann triða sigurin á rað, tá teir sunnudagin fóru úr Vestmanna við øllum stigunum

Hondbóltur

Eftir eina heldur trilvandi byrjan eru meistaranir úr Hoyvík veruliga við at koma fyri seg.
Sunnudagin vunnu teir sín triðja sigur á rað, og avrikið í Vestmanna ber sjónliga boð um, at teir væl og virðiliga kunnu røkka somu hæddum í ár.
Í Vestmanna byrjaðu teir alt fyri eitt at bíta frá sær. Poul Kjartan Dam hevur skotið frá hond fyrstu dystirnar í ár, og hann gjørdi einki undantak í so máta hesaferð.
Eina løtu var eisini líkt til, at H71 veruliga skuldi renna avstað, men VÍF raknðaið við undan steðginum, soleiðis at tað mest sum stóð á jøvnum, tá farið varð inn til hálvleiks.
Eftir steðgin setti H71 seg tó aftur á tað mesta. Munurin tóktist bara at veksa, og tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, tóktist sigurin vera mest sum heima.
Mamsverja langt úti á vøllinum og fimm mál á rað frá VÍF vóru tó um reppið at koppa øllum á høvdið, men aftur fingu gestirnir seinastu orðið. Teir megnaðu at halda høvdinum ísakalt, tá mest stóð á, og so eru teir framvegis væl og virðiliga við í feltinum, sum eltir finalupláss.
Tað eru vestmenningar eisini, men munurin upp til oddasessin er nú øktr upp í fýra stig fyri teirra viðkomandi.

Fakta um dystin
V´F-H71 22-24 (10-11)
10 min: 5-6
20 min: 7-9
40 min: 12-16
50 min: 16-22
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 5(2), Sámal J. Djurhuus 4, Jákup S. Andreasen 3, Magnus Müller 2(2), Bjarti Hansen 2, Regin Joensen 2, Sjúrður Poulsen 2, Magnus á Rógvi 2
H71: Poul Kjartan Dam 9(2), Bárður Brimvík 5, Rógvi Sørensen 4, Janus Sørensen 3, Rúni Højgaard 1, Tróndur Vatnhamar 1, Dánjal Tórgarð 1
Brotskøst: VÍF 5, H71 3
Útvísingar: VÍF 2, H71 5
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kurberg