- Eg havi altíð elskað glas. Spælið og ljósið í tí, sigur Mikkalina Norðberg ella "Mikka", sum hon vanliga verður nevnd.
At byrja at blása glas var tó onki, sum hon hevði nakran møguleika til. Glasovnurin er sera dýrur, bæði at keypa og at hava heitan.
Í staðin fóru Mikkalina og barndómsvenindan Rósa Birgitta Dahl Kristiansen á skeið í tí, sum kallast fyri kalt glas. Tað eru stórar glasskivur, ið ein fær í ymiskum litum og síðani kann evna til tey ting man vil.
- Tað eru fleiri háskúlar í Danmark, sum undirvísa í hesum, og vit hava verið til fleiri skeið niðri, greiður hon frá.
Starvast sum pedagogar
Við køldum glasi ber til at gera standmyndir, smúkkir og føt. Torførari at gera koppar og gløs, men tað ber til. Ovnur skal eisini til hetta slagið av glaslist, men ein vanligur leirovnur kann brúkast. Mikka og venindan lána ovnar á ymiskum stovnum í Havn.
Mikkalina og venindan Rósa Birgitta starvast báðar sum pedagogar. Glaslistin er frítíðarítriv, sum tær hugna sær við, nú børnini eru vorðin størri.
Mikkalina Norðberg nýtir nógvar og sterkar litir.
- Fólk dragast at teimum sterku litunum, men tað eru bara tey djørvu, sum tora at taka tað heim við. Passar kanska ikki so gott inn í borgarlig heim, sigur hon og flennur.
Mikkalina hevur áður stilla út á Gluggaglæmu. Til søluframsýningina í Ullvøruhúsinum hevur hon gjørt krabbar, hon kallar teir fyri "Skvaldrakrabbar og Skvaldraklukkur".
- Eg veit slettis ikki um teir fara at selja, men eg var noydd at gera teir, sigur hon.
Hví hava tit valt navnið "Rabarbuglas"?
- Tí vit búgva báðar í Rabarbukvarterinum her í Havn.