Havnarkórið, sum hevur tikið stig til hesa framførslu, telur flestu sangarnar í gott og væl seksti manna sangbólkinum, men eisini sangarar úr øðrum kórum í Havn, á bygd og úr Keypmannahavn eru við í kórinum.
Dirigentur er aftur Willi Gohl úr Schweiz, ein av fremstu kórleiðarunum í Europa í okkara tíð, sum so mangan hesi seinastu 25 árini hevur givið føroyskum kórsangarum og føroyskum áhoyrarum ógloymandi tónleikaupplivilsi, og sum Havnarkórið í takksemi hevur kosið til heiðurslim í kórinum.
Tveir solistar eru í verkinum, ein sopran og ein bariton. Sopransolo syngur Berghild Poulsen. Begga, sum hon verður kallað, er vorðin gitið navn í føroyska tónleikaheiminum. Ikki bert er hon regluliga at hoyra saman við smærri ljómliðum og tá serliga í Tórshavnar Kamartrio, men til serlig høvi hevur hon í størri verkum sum t.d. í Skapanini eftir Haydn og í Händels Messias hevur Begga ikki smæst burtur undir liðini á úrvaldum solosangarum uttan úr heimi. Í Requiem hjá Brahms kemur hennara ljómandi, kensluborna rødd rættiliga til sín rætt.
Fremstu sanglærarar hjá Berghild Poulsen hava verið André Orlowitz úr Póllandi, nú búsitandi í Keypmannahavn, og operusangarin Ólöf Kolbrún Harðardóttir í Reykjavík.
Danski baritonsangarin Lars Thodberg Bertelsen fekk sína fyrsu tónleikaútbúgving í Århus, men hevur ofta leitað uttanlands til framhaldandi sangútbúgving t.d. hjá heimsgitna tenorsangaranum Ernst Häfliger í Schweiz.
Umframt sítt fasta starv við Den jydske Opera í Århus verður javnan heitt á hann sum oratoriisangara - nú seinast í Brahms Requiem í Tivolis Koncertsal fyri tveimum vikum síðan -, við gitnum dirigentum sum t.d. John Alldis, Richard Hicox, Peter Schreier og Michael Schønwandt.
Lars Th. Bertelsen hevur gjørt fleiri diskinnspælingar t. d. við sangum hjá Carl Nielsen, Thomas Laub og øðrum donskum sangkomponistum, javnan er hann við í tónleikasendingum í útvarpi og sjónvarpi, og eisini hevur hann fingið fleiri heiðursprísir eitt Aksel Schiøtz prísin í Danmark.
Lars hevur ofta verið í Føroyum fyrr til samarbeiði við føroyskar sangarar og tónleikarar, og í næstum er at vænta diskur við føroysku kórsatsunum hjá Vagn Holmboe, har hann syngur solo saman við Havnarkórinum.
Framførslan í Norðurlandahúsinum av Requiem hjá Brahms fer fram ikki við orkestri, við ferhentum klaveri sum fylgispæl - ein serstøk útgáva sum Brahms sjálvur legði úr hondum einaferð á vitjan í Winterthur, heimstaði Willi Gohls í Schweiz.
Pianistarnir eru Helene Ringgenberg úr Schweiz og føroyski klaverleikarin Jóhannes Andreasen. H. Ringgenberg tók diplomprógv í orgul- og cembalospæli og í kórleiðslu á konservatoriinum í Bern, har hon í dag virkar sum organistur, kórleiðari og tónleikalærari við studentaskúla. Sum solistur og kamarmusikari hevur hon íðið konsertvirksemi og er limur í ymsum ljómliðum fyri tónleik úr eldru tíð.
Við kóri sínum fremur Helene Ringgenberg regluligar framførslur við kórtónleiki frá renaissancutíð og upp til okkara dagar, og fyri viku síðan stjórnaði hon ?Ein deutsches Requiem? hjá Brahms í sínum heimbýi Bern.
At Jóhannes Andreasen fær heiti sum fremsti føroyski klaverspælarin higartil, kann eingin taka illa upp. Hann var heppin at fáa Hrefnu Eggertsdóttir til lærara á fyrsta ári Royndarmusikkskúlans, gjørdi bragdið árið eftir at spæla seg fram til upptøku á ?Hochschule für Musik und Darstellende Kunst? í Wien?, haðan hann tók diplomprógv. Eftir eitt ár sum lærari við Føroya Musikkskúla, fekk hann stipendium til eitt ára framhaldandi útbúgving hjá gitnum klaverprofessara í London, hevur virkað sum repetitørur og konsertmusikari í Reykjavík í nøkur ár, og umframt nú aftur at vera lærari við Føroya Musikkskúla er Jóhannes virkin bæði sum solistur og sum limur í úrvalsbólkinum ?Aldubáran? á konsertum her í Føroyum og í øðrum londum.