Glasir hevur nú fingið nýggjan skúlastjóra

Nýggi stjórin tekur við tann 1. januar

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Steinbjørn Hardlei í starvið sum rektari á Glasi.

Steinbjørn Hardlei er 50 ára gamal og útbúgvin cand.oecon. frá universitetinum í Århus. Harumframt hevur hann góðkenda, altjóða útbúgving í broytingarleiðslu.

Steinbjørn Hardlei hevur 20 ára leiðsluroyndir frá størri fyritøkum og skúlum. Hann hevur leiðsluroyndir frá Eik Banka og Atlantsflogi, har hann serliga hevur havt ábyrgd av starvsfólkaøkinum og organisatoriska økinum. Eisini hevur hann havt egna ráðgevarafyritøku í leiðslu, og øðrum.

– Steinbjørn Hardlei hevur fjølbroyttar royndir sum undirvísari á miðnámi, yrkisnámi og hægri námi, sigur Mentamálaráðið í einum tíðindaskrivi í morgun.

Hann var stjóri á Føroya Handilsskúla, tá ið farið var undur at leggja av teir tríggjar skúlarnar, Handilsskúlan, Tekniska Skúla og studentaskúlan í Hoydølum, saman í skúladepilin, Glasir. Og aftaná samanleggingina varð hann settur sum umsitingarstjóri á Glasi, og seinastu mánaðirnar hevur hann verður virkandi rektari á Glasi.