Glasir: Lekin ávirkar einki

Fyri løtu síðani kundi in.fo vísa á videobrot sum vísir, at vatn lak úr einum røri á Glasi. Men hetta er tikið upp, siga tey nú av Glasi.

 

Fyri løtu síðani kundi in.fo vísa á videobrot sum vísir, at vatn lak úr einum røri á Glasi. Men hetta er tikið upp, siga tey nú av Glasi.

 

 

Fyri løtu síðani løgdu vit hetta videobrotið út, sum sæst í greinini her. Tað vísir, at vatn fossar úr einum røri niður á gólv á Glasi.

 

 

Jan Berg Jørgensen á Glasi greiðir nú frá, at hetta hendi, tá ið tey gjørdu eina trykktest av sprinklaraskipanini á aðruhædd. Í hesum sambandi fór eitt rør. Hetta var ein serdeilis keðiligt timing, tí tey kongaligu skulu vera á Glasi klokkan 14.30.

 

- Eitt sindur av vatni kom niður á gólvi, men tað er turkað upp aftur, og tað fær onga ávirkan á nakað sum helst, sigur Jan Berg Jørgensen.