Gleðir seg til at møta David James og Hermann Hreiðarsyni

Í HB fegnast menn um lutakastið til undankappingina í Europa League. HB skal vitja "eyjamenn" úti í Vestmannaoyggjunum á útivølli fyrst, har ÍBV tekur ímóti.

 

Tað er ikki harra hvør sum helst, sum verjir málið hjá ÍBV, og tað er eisini ein navnframur maður, sum venur ÍBV.

 

Gamla Liverpool-legendan, David James verjir málið hjá ÍBV, og navnframi venjarin er gamli verjuskansin hjá Portsmouth, Hermann Hreiðarsson, sum vann FA Cup steypakappingina við Portsmouth í 2008. David James og Hermann Hreiðarsson síggjast á myndini omanfyri.

 

Oddbjørn Joensen, høvuðsvenjari hjá HB gleðir til uppgávuna. Hann metir ÍBV verða ein lítlan favoritt, men við einum góðum úrsliti á útivølli sær Oddbjørn góðar møguleikar fyri, at HB kann vinna seg víðari í kappingini, har Reyða Stjørnu úr Beograd í Serbia bíðar í tí næsta umfarinum.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Oddbjørn Joensen um lutakastið.