TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig týskvøldið, tá in.fo/Rás2 vitjaði í Klaksvík.
Formaðurin í KÍ er sera vónríkur um steypafinalurnar. Hann vónar, at mennirnir taka løgmanssteypið heim leygarkvøldið, og hann vónar, at KÍ-kvinnurnar og U17 kvinnurnar hjá KÍ eisini vinna sínar finalur, so felagið kann fáa eitt steypahattrick. Steypafinalurnar hjá kvinnuliðunum verða fyrsta vikuskiftið í september.
Tummas Lervig kann fegnast um, at KÍ er við at fara uppum málsetningin, sum hann og restin av leiðsluni í KÍ høvdu fyri hetta kappingarárið, har strembað var eftir at verða millum fýra tey ovastu liðini í landskappingini.
Fyri Tummas Lervig verður tað serligt at sigla við Smyrli úr Klaksvík til Havnar, tað vekir góð minnir frá seinast í 1960-unum og fyrst í 1970-unum, tá hann sum blaðungur KÍ-fjeppari sigldi til nógvar avgerandi og minniligar dystir hjá KÍ.
Hoyr eisini hvat Tummas Lervig tippar.
Rás2 og in.fo siga beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið, sum byrjar klokkan 18 leygarkvøldið.