Fjord Line og Smyril Line fara at samstarva og brúka somu havn í Hirtshals.
Ingvar Fardal, umboðsstjóri í Fjord Line, sigur í stuttari viðtalu við boarding.no, at Fjord Line gleði seg til samstarvið Smyril Line.
Fjord Line byrjaði at sigla til Hirtshals í fjør.
- Samstarvið hevur við sær, at Smyril Line hevur somu atgongumøguleikar til havnina í Hirtshals sum Fjord Line. Vit fáa fíggjarligan vinning burtur úr avtaluni, sum økir okkara møguleikar í kappingini við onnur, sigur Ingvald Fardal.