TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jens Martin Knudsen og Rógvi Jacobsen, landsliðslegendir, og Trygvi Mortensen, venjari høvdu at siga við Hilmar Jan Hansen og Trónd Arge á Rás2, nú EM-undankappingin er liðug fyri okkara part.
Teir tríggir vóru serfrøðingatoymið hjá Rás2 til beinleiðis frásøgnina í gjár. Teir eru allir minni nøgdir við dystin í gjár, men samanumtikið væl nøgdir við heildarmetingina av allari EM-undankappingini, og teir gleða seg til komandi undankapping.