Glið er komið á hjá Herfølge

Óli Johannesen var fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár ímillum teir fyrstu ellivu hjá AGF, sum gjørdist undirmannað og tapti

Herfølge hevur fótað sær, og nú eru teir so spakuliga á veg burtur frá niðurflytingarplássunum. Sunnudagin vóru teir í Gladsaxe, og har vunnu teir 3?1 ímóti AB, sum ikki hevur vunnið, síðani teir gjørdu av við B36 í UEFA Cup. AB, sum hesa ferð spældi uttan landsliðsmenninar Brian Steen Nielsen og Michael Johansen, hevur tapt fýra landskappingardystir upp í slag.

Lars Jacobsen setti hol á fyri Herfølge eftir málverjukiks í 7. minutti. Abdul Sule slapp at standa órógvaður í Herfølge málteiginum, tá eitt korter var farið, og so var javnleikur. Stutt undan steðginum skoraði Jesper Falck fyri Herfølge, og eitt korter undan leikloki var sami spælari aftur upp á spæl.

Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, umframt at hann var tryggur, tá viðspælararnir spældu aftur til hansara.

Herfølge skal hósdagin spæla á útivølli í UEFA Cup. Dysturin verður ímóti svenska AIK Stokholm, sum hevur heimavøll á Råsunda, har Svøríki spælir heimadystirnar, um teir ikki verða spældir á Nya Ullevi í Göteborg.

? Eftir meistaraskapin og undanumfarið til Europa Cup fyri meistarar eru vit so rudduliga komnir niður á jørðina, og nú vísa vit tað spælið, sum í fjør bar meistaraskapin við sær, segði John Faxe Jensen eftir sigurin sunnudagin. Hesa ferð var venjarin sjálvur á liðnum.

AB skal eisini spæla í UEFA Cup hósdagin. Teir skulu spæla í Prag ímóti Slavia.


Óli á miðvøllinum

Tá Óli Johannesen fyri einum góðum ári síðani varð seldur til AGF, kom hann mest sum beinanvegin á besta liðið. Síðani síðsta heyst hevur hann ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu, men tað var hann sunnudagin. Merkisvert var tað, at Óli Johannesen hesa ferð var á verjukenda miðvallarplássinum. Har hevur hann ikki verið í AGF, men heima í TB er Óli ikki ókendur við tað plássið.

AGF kom í Silkeborg á odda í 17. minutti. Langskotsmálið hjá Bo Nielsen var framúr gott. Í 34. minutti versnaðu fyritreytirnar hjá AGF heilt nógv. Tá fekk verjuspælarin Ken Martin reyða kortið fyri neyðbremsu. Hetta var annar dysturin á rað, at ein av verjumonnunum hjá AGF fekk reyða kortið fyri neyðbremsu. Mikukvøldið, tá Lyngby vann 4?1 í Århus, varð Dennis Sim rikin av vøllinum.

Hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaði AGF at halda tørn inntil í 72. minutti. Tá javnaði Henrik Pedersen, sum var fyrstu ferð á landsliðnum, tá danska landsliðið var í Føroyum. Sigursmálið stútaði Thomas Røll, tá tað bara restaðu fimm minuttir.


Todi klárur

OB var í Haderslev. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað nýggja liðnum í superliguni at fáa stig. Føroyski landsliðsmaðurin, Johan B. Hansen, var ikki ímillum teir fyrstu ellivu hjá OB, og hann varð ikki skiftur inn.

OB vann 4?1, og tað var merkisvert, at trý mál vórðu skorað upp á brotsspark. Michael Hemmingsen skoraði upp á brotsspørk í 17. og 32. minutti, og í 34. minutti minkaði Haderslev um munin við brotssparki.

Oddaliðið Lyngby, sum í 73 minuttir spældi við tíggju monnum, tapti ímóti Brøndby. Minuttin eftir útvísingina skoraði Lyngby, og teir megnaðu at halda tætt, inntil tað restaði eitt korter. So skoraði VBrøndby tríggjar ferðir. Tað hevur við sær, at tað er rættuliga tætt. Í gjárkvøldið klokkan 18 skuldi FCK spæla á útivølli í Aalborg. Í vikuskiftinum var greitt, at Todi Jónsson skuldi við FCK til Jyllands. Todi var ikki við, tá FCK mikukvøldið vann 1?0 í Parkini ímóti AB. Men nú tykist tað, sum um skaðin, ið Todi næstsíðsta fríggjakvøld fekk í lærið á Svangaskarði, er burtur.

Í Viborg var tað lítið áhugavert, tá heimaliðið og FC Midtjylland spældu 0?0.