Glitnir fyllir ár

Eitt ár er fráliðið síðan Havnin fekk Glitnir, og árið hevur verið sera hendingaríkt, í spæli- og dansistaðnum við Skálatrøð.

 
 Føðingardagur
 
16 juni 2006 er eitt ár síðan Glitnir lat dyrnar upp fyri almenninginum, og hetta verður hátíðarhildið við føðingardagsveitslu fríggjakvøldið. Hetta verður somuleiðis fyrsta kvøld, har Glitnir verður karaokebarr.
Hetta verður fastur táttur frá hesi vikuni, hvørt fríggjakvøld verður karaokekvøld í Glitnir. Meðan gestirnir í Glitni royna seg sum sangarar, ber til at njóta sera góð føðingardagstilboð í barrini.
Síðan 16.juni 2005 hava eini 70  80 almennir dansir verið í hølunum. Harumframt hava dartkappingar verið umframt at køkurin við serliga søguligu Perlukotellettini hevur verið væl umtóktur. Glitnir hevur eisini hetta árið verið savningardepil hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum, framman fyri stórskíggjan tá stórdystir hava verið, og sum upphitingarstað tá stórdystir hava verið í Gundadali.
Úr Glitnir verður sagt, at eingin ivi er um at hildið  verður fram við øllum teimum nógvu ymisku tiltøkunum, ið hava sett lív í Skálatrøðna hetta farna árið, umframt at annað eisini er í umbúna.
Dansurin leygarkvøldið verður eisini merktur av at vit eru í veitslulag, tá verður góður Country dansur við Driv. Driv er aftur á pallinum við einum parti av gomlu manningini, og nýggjum fólkið eisini.