Leygardagin stevndi sluppin Johanna av Hvalba við eini 50 ferðafólkum, ið skuldu liggja nátt á Lítlu Dímun. Tey fingu eina ógloymandi uppliving, har tey gingu upp á oynna, lógu nátt, og eygleiddu sólsetur og sólarris, og síðani sluppu øll at síga niður aftur, tá tey fóru av oynni sunudagin fyrrapart Umframt tey 50 ferðafólkini, vóru eini 20 staðkendir hvalbingar við á ferðini, og tóku teir sær væl av teimum ferðandi, tá gangast og klintrast skuldi av helluni, og niðan á oynna, og annars á allari ferðini.
Hetta er fyrstu ferð hvalbingar gera slíka ferð við so stórum ferðalag, og eisini fyrstuferð, at ligið verður nátt. Og ferðalagið fekk eina ógloymandi uppliving, har gingið varð upp frá helluni, vitjað varð í húsunum, har hvalbingar halda til, tá teir eru í oynni, vakra náttúran kundi njótast ovast á stóru fløtuni, har etið, sungið og dansað varð, innan tey flestu leitaðu sær soviposan fram, gangast skuldi oman aftur av oynni, og eftir góðari rás, og at enda skuldi so sígast niður av oynni, og í árabát, ið bíðaði undir oynni. Johanna TG 326 førdi síðani ferðalagið aftur á Hvalba, har heit suppa fekst í Roynhøllini.
Lítla Dímun er 414 metrar høg, brøtt er oyggin, men ovast er stór fløta. Hvalbingar eiga oynna, og vísti tað seg um vikuskiftið, at oyggin er gott ferðavinnumál. Hvalbingar vístu seg eisini sum góðar ferðaleiðarar og fyriskiparar, og í allar mátar fingu ferðafólkini eina fantastiska ferð og eina uppliving, ið tey ongantíð gloyma. (Sí myndatema)