Gloymdi at boða frá landing

Tað kann kosta skiparanum á Skoraberg, fyrrverandi Fram, dýrt, at hann eftir ein túr í 2013 gloymdi at boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, at partrolarin fór at landa á Kósini. Kunngerðin sigur, at skip mugu boða frá, at tey koma inn at landa seinast seks tímar áðrenn landingin byrjar.

 

Fram, sum trolarin æt tá, og Vestmenningur, vóru komnir aftur av fiskiskapi og lógu á Kósini í Klaksvík, tá Fiskiveiðueftirlitið kom umborð. Skiparin á Fram ger tá sjálvur Fiskiveiðueftirlitið vart við, at teir ikki hava boðað frá landing, men umboðsmaðurin hjá Fiskiveiðueftirlitinum svarar, at nú er ov seint at gera nakað við tað, tí fráboðanarskyldan longu er brotin.

 

Vestmenningur hevði boðað frá, at hann fór at landa á kósini klokkan átta hendan morgunin, men í rættinum hevur stýrimaðurin á Fram sagt frá, at tá hann skuldi boða frá, virkaði sms-skipanin ikki. Hann gjørdi tí ikki meiri við tað. Ákærin helt tó tað tykjast løgið, at tað skuldi eydnast Vestmenningi at boða frá, men ikki Fram.

 

Fráboðanarskyldan ger greitt, hvat ein skal boða frá, nær ein skal boða frá og hvussu ein skal boða frá. Endamálið er, at Fiskiveiðueftirlitið skal hava møguleikan at kanna veiðuna, vørur, kilo, meskar og so framvegis. Við ikki at boða frá, tekur skipið týdningarmesta amboðið hjá Fiskiveiðueftirlitinum frá tí, og tí er tað so týdningarmikið, at fráboðanarskyldan verður hildin, meinti ákærin, og vísti á, at 100.000 krónur verða givnar í bót fyri ikki at boða frá, at skip er komið í føroyskt sjóøki, og 50.000 krónur verða givnar í bót fyri ikki at boða frá, nær og hvar gørn verða sett. Somu atlit eiga at vera galdandi í hesum málinum, segði ákærin, sum bað um, at skiparin fekk 50.000 krónur í bót.

 

Verjin hjá skiparanum kravdi harafturímóti skiparan fríkendan. Hann vildi vera við, at munur er á at leggja at landi og at landa. Tí kundi Fram saktans liggja á kósini saman við Vestmenningi, sum landaði, men kortini bíða við at landa sjálvur, inntil hann hevði boðað frá og bíða neyðugu seks tímarnar, um so skuldi vera. Kunngerðin sigur einki um, at fráboðanin um landing skal gevast av feltinum, av ferðini heim, av redini ella við bryggju, bara at boðast skal frá.

 

Vestmenningur og Fram lógu saman á Kósini, og landingin var byrjað, tá Fiskiveiðueftirlitið kom umborð, men verjin metti ikki, at fólk frá Fiskiveiðueftirlitinum kundu prógvað, at landaði fiskurin kom av Fram. Tískil var lendingin av Fram ikki byrjað enn, vildi hann vera við. Hann vísti á, at skiparin bjóðar sær at boða frá til Fiskiveiðueftirlitið og so bíða neyðugu seks tímarnar, men at Fiskiveiðueftirlitið vísir hesum møguleikanum aftur.

 

Ákærin helt ikki, at hesar umberingarnar kundu brúkast. Hon vísti á, at stýrimaðurin royndi at boða frá á veg til lands, men at sms-skipanin ikki virkaði. Harumframt er talan um partrolarar, sum vanliga gera alt saman. Hon vil tí vera við, at skiparin og stýrimaðurin heilt einfalt gloymdu at siga frá og nú vilja sleppa undan revsing.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sigur, at fleiri líknandi mál liggja og bíða í rættarskipanini, og tí er tað, at hon fegin vil hava ein dóm í hesum málinum og eina bót ásetta, so at hini málini kunnu avgreiðast sum skjótast, sigur hon.