Tað var øgiligur gangur á Facebook, tá ið milliónir av amerikanarum sóu songkvinnuna Christina Augilera syngja skeivt til árliga Super Bowl. Hyggjarar vóru í øðini, tá ið songkvinnan Christina Augilera eftir øllum at døma ikki hevði vant tjóðsangin nóg væl, og tí sang skeivt. Hon skuldi, sum siður er, syngja The Star-Spangled Banner? til finaluna í amerikonsku fótbóltskappingini. Tað skrivar dr.dk í dag.
Í øllum førum sang hon skeivt, tá hon skuldi syngja ?O?er the ramperts we watched, were so gallantly streaming?. Hon sang í staðin ?What so proudly we watched at the twilight?s last gleaming?, sum mest av øllum minnir um eina aðra linju í sanginum.
Eftir, at Facebook og Twitter var á tremur við illum viðmerkingum, kom stjørnan við eini umbering.
-Eg kann bert vóna, at øll føldu mín kærleika til landið, og at rætti andin í sanginum kom til sjóndar, sigur Christina Augilera í einum tíðindaskrivi.
Songkvinnan kann troysta seg við, at hon ikki er tann fyrsta, sum hevur gjørt eitt mistak til Super Bowl. Í 2004 gjørdist tað ein stór gøla, at bróstini hjá Janet Jackson hingu uttanfyri, meðan hon sang frammanfyri milliónum av hyggjarum.
Kelda. dr.dk