Jóhan Dávur Højgaard, sum annars er av Toftum og hevur spælt fyri B68, fekk sínar fyrstu minuttir á besta GÍ-liðnum, tá hann kom á vøllin seinastu løtuna í Gundadali. Men tað var nú ongan tíð ætlanin, at hann skuldi sendast á vøllin.
Tá GÍ markeraði sína triðu útskifting, var tað nevnliga Poul Andrias Jacobsen, sum hevði hitað upp í góða løtu. Hann stoðo eisini klárur at koma inn fyri Hanus Jacobsen, men tá hjálpardómarin skuldi skráseta útskiftingina, kom hann eftir, at eingin Poul Andrias stóð á dómaraseðlinum.
- Tað var ikki eg, sum skrivaði dómaraseðilin, og tað var nær við, at sinni feyk avstað við mær, tá eg varnaðist mistakið. Men eg kláraði so at halda mær nøkunlunda, segði GÍ-venjarin, Petur Mohr, eftir dystin.
Tá kundi hann hóast alt flenna at hendingini, og sjálvur helt hann, at tað kanska kundi verið eitt hugskot, um hann sjálvur átók sær hesa uppgávuna komandi dystirnar.
Um dystin sjálvan helt Petur, at sum hesin lagaði seg, so var tað ein lætti at sleppa avstað við einum stigi.
- Tað blívur næstan, sum tá altjóða luttøku er á skránni. Eftir tær báðar útvísingarnar verða vit fyri tað nógva trýstir langt aftur, og so ræður um at standa rætt og vera væl skipaðir. Tað megnaðu vit tíbetur, og burtur sæð frá eini lítlari løtu eftir seinna reyða kortið, megnar B36 sjáldan at trýsta okkum heilt niður, helt Petur.