?De fortabte Spillemænd? er skrivað undir seinna heimsbardaga, og William Heinesen fortaldi, at hann brúkti skrivingina fyri at sleppa burtur úr tí dapra gerandisdegnum undir krígnum. Ætlanin var, at skaldsøgan skuldi koma út beint aftan á krígslok, men forlagið vildi hava hann at skriva hana ígjøgnum einaferð enn. Tískil kom hon ikki út fyrr enn í 1950, árið eftir ?Den sorte Gryde?, hóast hon var liðug áðrenn hendan. Skapanarsøgan hjá skaldsøgunum báðum man ikki hava verið almannakend millum bókmentafólk, tí í mongum greinum um skaldskapin hjá Williami Heinesen verður sagt, at høvundurin við ?Den sorte Gryde? skrivaði seg burtur úr krígnum og tess ræðuleikum. Tá ið hann soleiðis hevði gjørt hesi traumu burtur av sær, var hann búgvin at fara undir ta fyndugu søguna um spælimenninar. Veruleikin er næstan tann tvørt øvuti. Hetta er eitt gott dømi um, at tú skalt vera serliga varin, tá ið tú í skaldskaparhøpi heldur teg síggja eitt týðuligt atvoldarsamband. Tá er vandin nevniliga størstur fyri, at tú fert skeivur.
?De fortabte Spillemænd? er líkasum ein romantisk symfoni býtt sundur í fýra satsir, men sambært William Heinesen skal tað ikki leggjast ov nógv í hesa uppbýting, hon varð mest gjørd til stuttleika, og satsirnir kundu tað sama itið partar. Tað sama ger seg galdandi fyri ta stuttu lýsing av innihaldinum, ið stendur undan hvørjum kapitli og sum minnir um eldri europeiskar skaldsøgar líka frá ?Don Quijote? fyrst í 17. øld til bøkurnar hjá Charles Dickens i miðjari 19. øld. William Heinesen segði, at hann við vilja gav Spælimonnunum eitt gamalsligt snið, og at fyrimyndin í so máta var skaldsøgan ?Presturin í Wakefield? (1766) eftir Oliver Goldsmith.
Spurdur um, hvat glataðu í titlinum merkti, segði høvundurin, at tittulin, ?De fortabte Spillemænd?, í grundini orðaði hansara lívsfatan. At vit øll eru glataði, ikki í teologiskari merking, men ítøkiliga, at deyðin er okkum vísur. Fyri tí skulu vit ikki illteinkja lívið, tí ávegis til glatanina eru nógvar góðar upplivingar, eitt nú kærleiki, góðska, dirvi og vakurleiki í bæði náttúru og list.
Heimsins nalvi
Inngangsreglurnar í ?De fortabte Spillemænd? eru vorðnar eitt slag av William Heinesen-arketypu, eitt frumsnið, sum verður brúkt til at eyðkenna ritverkið: ?Langt ude i det kviksølvlysende verdenshav ligger et ensomt lille blyfarvet land. Det lillebitte klippeland forholder sig til det store hav omtrent som et sandskorn til gulvet i en balsal? o.s.fr. Líknandi sermerktar reglur koma eisini fyri í søgunum ?Våd Hjemstavn? (Gamaliels Besættelse) og ?Småstad og Babel? (Kur mod onde ånder).
?De fortabte Spillemænd? fer fram í Havnini undan fyrra veraldarbardaga ? eg plagi at kalla tað William Heinesen-land, tí so stórur partur av skaldskapinum fer fram í hesum tíðarskeiði ? og spælimenninir Moritz, Sirius, Lítli-Kornelius og Mortensen magistari og teirra fátæku vinir úti á Skinnhólminum ? t.e. Tinganes ? umboða tað menniskjansliga. Hesir reinlyntu berjast ímóti teimum døkku kreftum, sum ikki vilja lata teir vera í friði. Tær eru á annan bógvin tað kristiliga fráhaldsfelagið Ydun við sparikassastjóranum Ankersen á odda og á hin bógvin kensluleysir embætismenn, sum halda tað løgna fólkið úti á Skinnhólminum vera bæði ein skomm og til fortreð. Vinarlag, erotikkur, bardagi, drykkjugildir og natúrpoesi eru dagligur ? og náttarligur ? kostur, og hóast karmurin er realistiskur, so spælir høvundurin sær dugnaliga við tí fantastiska.
?De fortabte Spillemænd? er ? hóast hon í roynd og veru er tragisk - ein skemtilig skaldsøga, men á ein heilt øðrvísi hátt enn ?Den sorte Gryde?, hvørs satira var døpur og næstan mannvánd. Her er tað ofta tann sniðfundigi humorin, har lesarin ikki beinanvegin varnast tað stuttliga, eitt slag av seinking kemur ímillum lesnaðin og fatanina, og úrslitið gert so mikið meira skemtiligt. Stutt inni í skaldsøguni verða tvey hotell lýst: ?Her laa ogsaa det gamle værtshus, Olsens hotel eller ?Den rare And?, hvor kong Frederik den Syvende har boet som ung prins, og længere ude paa næsset det større hotel ?Delfinen?, der heller ikke havde noget godt ry paa sig?. Tað fyrra hotelli verður flokkað við tí upplýsing, at Fríðrikur prinsur búði har, og sostatt má tað vera eitt av teimum frægaru støðunum. Men so kemur viðmerkingin um tað seinna hotelli, at tað heldur ikki hevur nakað gott orð á sær, og hon varpar eitt fullkomiliga øðrvísi ljós á tað fyrra hotelli. Tað rennur kanska eisini fram fyri lesaran, at Fríðrikur Sjeyndi var gitin fyri bara at hugsa um mat og brennivín - og kanska eitt sindur um konufólk.
Nøvn
Í summum bókum dámar høvundinum at spæla sær eitt sindur argandi við veruligum nøvnum. Gamli vinmaðurin, Christian Matras, stendur fleiri ferðir fyri skotum, einahelst sum bókmentafrøðingur. Spælimaðurin Sirius er yrkjari, og í tveimum førum verður endurgivið, hvat ið Dr. phil. Chr. Matras sigur um yrkingarnar, sum Sirius læt eftir seg. Magnus Skæling skal somuleiðis hava skrivað eina grein um Sirius, og at høvundurin ikki gevst á hondum við hesum spæli verður greitt umleið tjúgu ár seinni. Ein tann gitnasta yrkingin hjá Siriusi eitur ?Mørket taler til den blomstrende busk?, og hon stendur í yrkingasavninum hjá Williami Heinesen ?Panorama med Regnbue?, sum kom út í 1972.
Persónnøvnini - tey allarflestu eru kortini íspunnin - eru ikki tilvildarlig, men tvørturímóti vald við umhugsni, ofta fyri at gera eina ábending annan ella annan vegin. Tann út av lagi vánaligi organisturin eitur Lamm, tann sjálvglaði presturin Fruelund - les tann seinna partin av navninum sum í orðatakinum: Bráð er barnalund. Ein annar prestur eitur Lindemann, og navnið er ein góð lýsing av, hvat ið høvundurin heldur um fólkakirkjuna. Afturfyri eitur tann galni sparikassastjórin og sekteristurin Ankersen, sum má sigast at vera eitt rættiliga rámandi navn, serliga tá ið hansara lyndi verður samanborið við prestarnar.
Tá ið tað kemur til útsjóndina er eisini munur á monnum: ?Pastor Fruelund var en høj og myndig mand, ogsaa hans talestemme var smuk og fuld af klang, og han talte højt og tydeligt, som om han mistænkte alle mennesker for at være en smule tunghøre?, og ?Han nikkede med sit smukke, lokkede hoved?. Ankersen ger afturímóti einki fyri at taka seg væl út, hartil eru kenslurnar hjá honum alt ov heitar: ?Ankersen saa forfærdelig ud, han havde aldeles intet herredømme over sit rødblissede skægansigt med de fortørnede brilleglas, hans stemme slog flere gange klik i sekterisk raseri? og ?Ankersens rummelige brystkasse gik ud og ind og han trak vejret snusende gennem de skæggede næsebor?. Bókin yður við samsvarandi myndum av tí ógvisliga Ankersen.
Dr. Jekyll & Mr. Hyde
Ankersen vil øllum væl, og hann hjálpir eisini ymsastaðni, men so kemur trúarørskapurin yvir hann, og ?Ankersen var forfærdelig?. Hann er eitt dupultmenniskja: siðiligur sparikassastjóri á degi og skúmandi predikantur á nátt. (Ein trúboðari í ?Blæsende Gry? hevði ikki ólík eyðkenni). Men tað er ikki bara uttanhýsis, at bardagarnir fara fram, eisini innanhýsis í sparikassastjóranum, ?i hvis væsen smaalighed og storhed alle dage udkæmpede en forbitret men haabløs nærkamp?, gongur tað harðliga fyri seg. Ankersen versnar við árunum, og tó at hann alt lívið hevur fryktað brennivín - hann hevur arvað ein veikleika fyri tí frá pápanum - so smakkaði hann sær sum yngri hendingaferð á, men tá ið hann var nøkur og fjøruti kom hetta ágangandi lagi á hann. Síðani hevur hann prædikað, so tað stendur eftir, og aðalmálið er brennivínsforboð. Fráhaldssakin er drívkraftin hjá sekteristunum, og í endanum á skaldsøguni er fullfíggjað spiritusnoktan gjørd til lóg.
Men tá er tað eisini lukkast eini samanrenning av borgaraskapinum, sekteristum og teirra avkomi at beina fyri spælimonnunum.
Mortensen magistari
Eitt týðandi brot í skaldsøguni er, har Mortensen magistari fær vitjan av sínum gamla lestrarfelaga Østermann, sum nú er bæði dr. theol, dómpróstur, bispaevni og sambært Mortensen: ?den lysende legemliggørelse af teologisk forsigtigpeteri og aandsforladt karrieremageri?.
Østermann - sum eisini er mentamálaráðharri - fær av at vita av Mortensen, sum vil vera við, at Kierkegaard bleiv svølgdur av sínum fígginda, prestastættini. Mortensen er eitt misantropiskt tvørball, hann er avgjørt ikki sum fólk flest, og tað er kanska nettupp tí, at høvundurin hevur tokkað til hann. Skilnaðarheilsanin til tann flýggjandi Østermann nemur við eitt grundleggjandi tema: ?Godhed er for hede helvede en realitet! Men det kommer forløjede stræbere og kastrater som De aldrig i evighed til at erfare noget om!? At góðskan finst er ein hjartatáttur í øllum skaldskapinum; tá ið himmal og helviti ikki longur eru veruleikar, gert góðskan mátistokkur, og tað er í mun til hana, at tú skalt metast.
Mortensen minnir eitt sindur um Jens Ferdinand í ?Den sorte Gryde?. Ein kynikari, ið brúkar svíðandi háð sum vápn, men sum samstundis er máttleysur, og alt, ið hann strembar eftir, verður av ongum. Hann er strandaður í Føroyum, har hann ikki finnur mong, sum hava áhuga fyri Kierkegaard - tað er hansara serøki - ella hug at skifta orð um góðsku. Einkardótturin er evnaveik, og Mortensen magistari tykist í allar mátar at vera í eini blindgøtu.
Men høvundurin vísir á, at hóast tilveran í Havnini er fátækslig, so er hon ikki so galin, og hóast fólk ikki tosa um góðskuna, so liva tey hana. Um Elianu, sum er gift Moritzi, hugsar Mortensen: ?Kvinder som hun staar ligesom i verdens midte. Deres varme radierer ud til alle sider og naar helt op til de arktiske regioner. De repræsenterer paa en maade menneskelivets mening og maal. De er sandere end al teologi og al filosofi. De er bare handling ...? Her er Mortensen magistari greidliga málgagn hjá høvundinum, á sama hátt sum Jens Ferdinand var tað í ?Den sorte Gryde?.
Mortensen magistari arvar eina stóra peningaupphædd, men um somu tíð rýmir gentan Atlanta, sum hevur átt lívið í honum og dótturini, av landinum við einum øðrum. Tástaðni gert Mortensen greiður yvir, hvat hann hevur havt. Stutt seinni verða pengarnir stolnir, og hann og ein annar royna at drekka seg úr neyðini, meðan teir keglast um hvørt ein óneyðug trappa ? hon gongur frá seglloftinum og út í bláan heim - ella eitt stativ, sum ikki kann brúkast til nakað, er frægast. (Aðaltátturin í allari list?) Knappliga tekur Mortensen dik á seg og rennur upp trappuna og út í bláan heim og deyðan.
Adler og Scherfig
Landfútin Kronfeldt er smáborgarin, sum við øllum mátti roynir at klintra uppeftir í samfelagnum og síðani stríðist fyri at halda seg á sama støði. Hann minnir nakað um Skæling blaðstjóra úr ?Den sorte Gryde? ? hesin var kortini meira góðvarin - og eisini her verður svikafullur samhugi brúktur av høvundinum at sýna hetta neyðarsliga og hættisliga menniskjað. Sum smádrongur spældi hann altíð politi, og nú er hann vorðin landfúti í Føroyum og roynir at vísa seg í sínum mátti og veldi, men er um somu tíð bebbaræddur fyri, at fólk skulu frætta, at hann ikki er av tí betra slagnum, men at pápin var urtagarðsmaður.
Kronfeldt er eitt gott dømi um yvirkompensatión sambært tankarnar hjá sálarfrøðinginum Alfred Adler. Royndirnar hjá landfútanum at basa undirlutakenslunum eru so sjónskar og klombrutar, at hann ongantíð verður ein harmoniskur partur av samfelagnum. Akkurát hetta ger hann til ein vandamiklan persón, sum ikki víkur fyri nøkrum, tá ið hann heldur á standa. Tann ævinliga ræðslan fyri ikki at kunna varðveita sín samfelagssess veitir fasismuni góð gróðrarlíkindi.
Í sambandi við ?Den sorte Gryde? varð borið við, at tá ið William Heinesen hevur hug at fara eitt sindur illa við onkrum, minnir skrivingarlagið um tað hjá Hans Scherfig, sum var ein meistari í at lata fólk lata seg sjálvi úr. Tann svikafulli samhugin er ein mátin, ein annar er eitt øsandi spei, sum kemur fram í endurgávuni av skilaleysum skuldsetingum. Spælimaðurin Kornelius er giftur tí dumbu Korneliu, sum kemur til forhoyr, tá ið maðurin verður ákærdur fyri stuldur, og niðurstøðan er, at hann er sekur, tí ?hans kone forholder sig haardnakket stum. Hun er aabenbart blevet instrueret.?
Tann burturvilsti sonurin
Bartrogið Matte-Gok er eitt slag av katalysatori í skaldsøguni, og verður atvoldin til nógvan trega. Hann hevur verið úti í verðini í mong ár ? sendur burtur vegna stuldur vil onkur vera við ? og nú hann kemur aftur, boðsendur av Ankersen, er hann dýrandi fullur og illa dálkaður. Hann líkist akkurát tí hann er: ?en fortabt og forkommen synder?. Spakuliga ger høvundurin vart við, at Matte-Gok spælir leiklutin sum tann burturvilsti sonurin, tí soleiðis vóna Ankersen, sektin og øll onnur, at tað skal vera.
Mamman er Ura á Hellu, sum á ungum árum hevði nógvar biðlar, og tí veit eingin reiðiliga, hvør pápin er, men so mikið dúgligari verður tað gitt. Ankersen hevur sett í seg, at tað er hann, sum er pápin, og nú vil hann umvenda tann afturfunna sonin. Og væl tykist at ganga í hond, men sum lesarin longu varnaðist við heimkomuna, so er Matte-Gok sama vittuggi, sum hann altíð hevur verið, og hann bíðar sær bara løgir at fáa hendur á pengum og síðani sleppa sær av aftur landinum.
Frásøgumaðurin sigur, at hvat snildum viðvíkur, verður Matte-Gok tikin av triðja hvørjum sakførara, og millum rovfuglar er hann bara ein neyðars smyril. Men vandamikil, tað er hann:
?Der hæfter noget uvirkeligt ved Matte-Gok, han har paa en maade intet ansigt, ingen menneskesjæl. Han er blot tilstede som en kold og uigendrivelig magt. Han ligner med sin høgeprofil guden Ra med det umenneskelige fuglehoved. Et umenneske er han, en ensom ulykkesfugl, en lavt flyvende, snigende rovfugl.?
Matte-Gok oyðir og spillir, har hann kemur fram, og hann er sostatt mótsetningurin til lívsdyrkanina hjá spælimonnunum, og atvoldin til at lív og vakurleiki mugu dvína. Biðlarnir hjá Uru á Hellu vóru av tí frægara fólkinum, og tað ber tí til at siga, at tann seki er leysingabarnið hjá borgarastættini, tann burturskotraði eros. Somuleiðis vita vit, at roynir tú at troka eitthvørt burtur, vilt tú ikki vita av tí, so vendir tað fyrr ella seinni týnandi aftur.
Frásøguháttur
Málið hjá Williami Heinesen er ein søga fyri seg, og ein søga, sum gerst meiri og meiri egin og sermerkt fyri at kalla hvørja bók, hann letur frá sær. Høvundurin er málsliga bæði hittingarsamur og hittinorðaður, og hann hevur greitt frá, at hesi serligu evnini at skapa sær sítt egna mál blivu mýkt í barnaárunum í Havn. Hann vaks upp í einum danskmæltum heimi, skyldfólk tosaðu danskt við hann, og skúlin var danskur. Men hóast vinmenninir eisini hildu tað vera stuttligt at tosa danskt viðhvørt, so fór tað mesta spæl kortini fram á føroyskum, og tá var William málsliga við undirlutan. Danskt var jú hansara mál, men nøvnini á øllum lutum og fyribrigdum, sum vóru partur av gerandisdegnum, vóru føroysk, og mong av teimum donsku nøvnunum kendi hann ikki ? um tey yvirhøvur funnust. Har var einki annað til at taka enn at gera sær síni egnu ?donsku? orð, og William vil sjálvur vera við, at hendan undirlutastøðan gav honum dygga málsliga venjing.
Nøkur dømi um tað serliga Heinesenska málið. Um eina adventistfamilju verður sagt, at hon ?helligholdt lørdagen med harmoniumspil og udæskende sang?, og beint áðrenn Ankersen vísir, hvør dugur er í honum sum predikantur, verður hann lýstur soleiðis: ?der sprang et underligt krydret smil frem i hans skæg?. Tá ið smiðurin vil vera við, at konan ikki er til at flættast við, sigur hann, at ?jangsekjangen er over hende?.
Søgan um spælimenninar verður søgd í einum blandingi av barokkum skemti og samkennandi álvara, og hendingarnar eru um somu tíð tilverustríð og skemtileikur. Tann serligi humor, sum er so eyðkendur fyri ?De fortabte Spillemænd?, stavar fyri ein part frá skiftinum ímillum ein afturlítandi frásøgumann, og at søgan verður sædd ígjøgnum ymsar persónar. Hevði frásøgumaðurin verið alvitandi, vóru hansara tulkingar av hendingunum tær galdandi, men hann er, hóast hann veit nógv, ikki alvitandi. Tvs. at frásøgnin hjá honum og teimum einstøku persónunum hava at kalla sama virði, hann veit bara meira og hevur størri perspektiv, tí hann situr eini hálvtrýss ár eftir hendingarnar og fortelur. Viðburðir, ið eru sera álvarssamir fyri einstaklingin, og sum mangan verða vístir sum smáir leikir, gerast skemtiligir, tá ið frásøgumaðurin setur teir inn í ein størri samanhang.
Atgerðir og undirgongd
Í bók síni um skaldskapin hjá Williami Heinesen, ?Færø og Kosmos? 1974, ger W. Glyn Jones vart við, at hóast brúdleypini hjá teimum trimum spælimansbrøðrunum eru ólík, so koma sjónskir líkleikar undan, tá ið tú samanber tey. Í brúdleypinum hjá Moritzi doyr ein gamal skómakari, í tí hjá Kornelius fer ódnin við húsunum hjá Uru (Ura doyr ikki, men hon er lítið verd eftir hetta), og í brúdleypinum hjá Siriusi doyr Mortensen magistari. Brúdleypið er sum nevnt í undanfarnum greinum lívssymbol í skaldskapinum hjá Williami Heinesen, og høvundurin yndar at seta deyðan upp ímóti. Tá ið tú ert í einum tilveruumskifti ? sum eitt brúdleyp jú er tekin um ? ert tú í serligum váða fyri at forfarast. Tað at vera á lívi er at vera í vanda, og einahelst tá ið tú ert ávegis frá eini støðu til eina aðra.
Eitt týdningarmikil niðurstøða í ?De fortabte Spillemænd? er, at tað er neyðugt at stríðast ímóti búrkroppunum, so at teir ikki sleppa snikkaleysir frá teirra gerðum. Tað, sum Matte-Gok umboðar í Havnini, fyrireika aðrir í heimsmáti. Fyrri veraldarbardagi stendur fyri durum og honum á baki annar veraldarbardagi. Hampafólk - góð, fitt, vanlig menniskir - duga illa at verja seg ímóti óndskapinum, og teirra atgerðir eru mangan klombrutar og til lítla nyttu. Men fyrr ella seinni er tað neyðugt at geva hesum myrkursins kreftum greið boð. Moritz, sum er tann einasti av spælimonnum, sum tað bragdar í, tá ið tað skal farast til verka, tekur lívið av Matte-Gok, tá ið hesin er líka við at sleppa burtur. Aftan á ger hann enda á sær sjálvum. Nøkur onnnur gongd leið finst ikki.
Tú kanst minni enn so altíð basa fanansskapinum við tí góða, men noyðist viðhvørt at brúka hansara egnu amboð, men hvussu so við tær sjálvan, tá ið avhæsar? Tú kanst ikki rokna við, at koma óspiltur úr tí bardaganum. Hetta er nettupp tvístøðan, Moritz er í, og hann velur at offra seg.
Deus ex machina
Líkasum í ?Den sorte Gryde? er lagnan hjá teimum mest týðandi persónunum avgjørd við skaldsøgulok: Sirius, Moritz og Mortensen magistari eru deyðir, og Kornelius er endaður á sinnissjúkrahúsi, tí at hann er dømdur fyri stuldur, sum Matte-Gok hevur framt. Ankersen er kortini still going strong ? hann kemur eisini fyri í øðrum bókum ? og søgan hjá soni Elianu og Moritz, Orfeus, er heldur ikki liðug. Ætlanin við Orfeusi er, at hann skal útinna dreymirnar hjá hinum um at liva eitt lív í tónleiki, og musikklærarin orðar tað: ?Du skal blive meningen med det hele!?
Men bara fáa síður áðrenn skaldsøgan endar, eru útlitini ikki bjørt, og tann gamli sjómaðurin Óli Brandy, vinmaður spælimenninar, hevur hug at kasta frá sær. Næstan alt er broytt, tú fært ikki annað enn fráhaldsøl, og tann einasti glottin eru skipini og teir umborð: ?Havets folk, de er som det faste gulv under fødderne, som de usvigelige dæksplanker. Det er kernen?. Og rætt hevur Óli, hóast skipini eisini eru fyri broytingum, tí ein dagin stevnir barkin ?Albatrossurin? inn á Havnina og við umborð er ein koncertmeistari. Óli ber soleiðis í bandi, at Orfeus spælir fyri hesum manni, og tá ið ?Albatrossurin? fer av aftur Havnini er Orfeus við umborð, ávegis at blíva ein kendur violinspælari. Vónirnar hjá familju og vinum ganga út, men bara tí at tilvildin rættir eina hjálpandi hond.