Fyri fyrstu ferð í søguni fær fimleikarafelagið Støkk nú egin høli at gera fimleik í. Tá ið fimleikurin byrjar aftur í heyst fara limirnir ikki inn í Glyvra skúla, har teir hava verið vanir at venja, men inn í Glyvra Bio.
Størsti parturin av venjingini verður í nýggja hølinum, men fimleikarahøllina verður tó nýtt til onkrar venjingar.
- Í fyrsta umfari verður hølið meir at líkna við eina fimleikarahøll, men við nøkrum hentileikum afturat, sigur Peddy Højgaard, næstformaður í áhugafelagnum hjá Støkk.
- Millum annað hava vit eina lopgrøv í gólvinum. Hon verður gjørd á tann hátt, at tá ið lopp verða gjørd, verður ein ávísur partur av gólvinum tikin av. Undir er ymiskt bleytt tilfar, so dettast kann niðurá.
Ein fimleikaramiðstøð
- Í framtíðini ætla vit eisini at byggja út. Trupulleikin við hølinum sum tað er nú, er at tað ikki er nóg breitt, og tí fáa eitt nú elitufimleikarnir ikki gjørt øll tey lopini, sum millum annað verða gjørd til Oyggjaleikirnar.
- Tá verða fimleikaragólv ella springgólv nýtt. Hesi eru 12 x 12 metur. Lopið verður diagonalt. Hølið hjá okkum er ikki meir enn 7 metur breitt, og tí ber ikki til at gera hesi lopini.
- Vit eiga longu eitt tílíkt springgólv liggjandi. Føroya Fimleikarsamband, skaffaði okkum tað, og teir hava eisini rætt at nýta tað til kappingar. Ætlanin er, at tað skal liggja fast á í hesum hølinum at gera fimleik á.
Peddy greiðir frá, at støðið í fimleikinum hæðkar nógv, tá ið fimleikur verður gjørdur á tílíkum gólvi. Tað varð til dømis vant á hesum gólvinum til Oyggjaleikirnar á Jersey, og tað gav sera gott úrslit.
Formaðurin í áhugafelagnum hjá Støkk, Haraldur Kjeld, sigur, at útbyggingin er ein nógv størri verkætlan. Hon kemur eftir ætlan at kosta einar 2 milliónir.
- Vit ava søkt Landsstýrið um stuðul og hava fingið játtað 30%.
Haraldur veit ikki enn, nær tann stóra verkætlanin verður veruleiki. Peningur er tann stóri trupulleikin. Men samstundis kann ikki bíðast ov leingi, tí studningurin frá landinum gongur bara yvir trý ár, upplýsir Haraldur.
Nóg stórt
til vanligt brúk
Hølið sum Støkk fær nú, verður tó nóg stórt til alt vanligt brúk. Tað verða mest tey, sum fáast við reiðskapsfimleik, ið ikki fáa gjørt allar sínar venjingar.
- Springgólvið ber tó til at taka sundur, og tí fáa vit nýtt partar av tí at gera fimleik á. Men gólvið ferst eisini, tá tað verður tikið sundur og sett saman ofta, og tí vóna vit at kunna fáa tað liggjandi á framyvir, sigur Peddy.
Trupult at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði
Áhugafelagið hjá Støkk er ikki meir enn gott eitt ára gamalt. Tað varð stovnað 25. februar í fjør, tá ið tað hoyrdist, at Glyvra Bio varð til sølu. Endamálið hjá felagnum var at bøta um umstøðurnar at gera fimleik hjá limunum í Støkk. Frammalaga í huganum lá ætlanin at keypa Glyvra Bio og at umbyggja hølið til eina fimleikaramiðstøð. Skjótt varð handlað, tí sama dag sum felagið varð stovnað, keypti tað hølið frá Føroya Banka.
Arbeitt hevur verið meir ella minni regluliga síðani fyri at gera hølið klárt at nýta til fimleik.
- Alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið. Tað eru fyri ein stóran part foreldur, og onnur, vit hava heitt á, ið hava hjálpt til við umbyggingini.
- Tað hevur tó ikki gingið so lætt at fáa fólk at arbeiða sjálvboðið. Vit hava lýst eftir sjálvbodnum fólki, og eisini heitt á onnur um at hjálpa. Tað sum forðar hjá teimum flestu er ikki óvilji, men heldur at tey eru upptikin av øðrum ella at tey arbeiða. Og tað vil siga, at tey arbeiða yvirtíð um kvøldarnar og leygardagar.
Men sjálvt um alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið, so er nógv at gjalda. Tí hava verið og verða ymisk peningainnsavnandi tiltøk fyriskipað. Og nú á Skálafjarðastevnuni verður fríggjakvøldið skipað fyri barnadiskoteki. Seinni um kvøldið verður diskotek, og leygarkvøldið verður dansur.
Næstan 500 limir
Í áhugafelagnum hjá Støkk eru átta nevndarlimir. Nevndin hevur aftur býtt seg í undirnevndir, sum eitt nú taka sær av teimum peningainnsavnandi tiltøkunum og tað praktiska við byggingini. Felagið Støkk hevur eisini eina nevnd og hon tekur sær av øllum tí sum hevur beinleiðis við fimleikin at gera.
Støkk hevur næstan 500 limir, harav tann størsti parturin av teimum eru virkin. Limirnir eru ikki bara av Glyvrum og Runavík, men av øllum Skálafjørðinum.