– Tá vit tosa um milliardaupphæddir til tunlar, mugu vit spyrja okkum sjálvi, hvussu vit skulu raðfesta, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú býráðið fer at viðgera spurningin um at gera flogvøll á Glyvursnesi.
Hann sigur í samrøðu við Rás 2, at hóast talan er um eina íløgu upp á 1,7 milliard krónur fyri ein 2,7 kilometra langan vøll ella eina lítla milliard fyri ein 1,8 kilometra langan vøll, eigur íløgan at gerast.
– Eg rokni ikki við, at Tórshavnar býráð einsamalt ger nakran flogvøll, men eg ivist ikki í, at fleiri møguleikar verða til at gera íløgur í ein flogvøll, sigur borgarstjórin í Havn.
Hoyr samrøðuna við Heðin Mortensen við at trýsta á pílin undir myndini.